Signar P. Heinesen
??????????????
Alivinnan krýpur framvið botninum. Rækjuvinnan lítir at reyðum tølum. Flakavinnan hevur ilt við at finna eina gongda leið og fleiri skipaflokkar eru í stórum trupulleikum. Hesin er veruleikin, sum vit vakna upp til og hetta er veruleikin, sum vit sovna við í løtuni.
Øðrumegin hendan veruleikan hómast máttloysi. Hetta máttloysi síggja vit í mongum fiksum setningum, sum mong á almenna pallinum royna at lesa uttanat, soleiðis sum tey hava lisið tað í góðum bókum um búskaparligar gongdir í "teim londum, vit samanbera okkum við". Vit síggja tað eisini í mongum smáputli, sum ábyrgdarpersónar fáast við eins og vit sjálvandi eisini síggja hetta máttloysi í mongum "puffi" millum manna - frustratiónir millum fólk, sum í fleiri ár hava fingist við slíkt, sum í botn og grund eru ókoordineraðir aktivi-tetir.
Hinumegin hoyra vit um meir ella minni fantasifullar ætlanir, sum roynt verður at flota. Kanningar, forkanningar, granskingarætlanir í hesum og hasum. Onkur roynir entá at byggja heil virkir upp á slíkar ætlanir.
Føroyar framá
Løgmaður hevur blást í lúður. Nú skulu vit royna at finna felags stev aftur. Við hesum orðum áliggur okkum, hvørjum einstøkum okkara og hvørjum einstøkum virki, at finna best hóskiliga leiklutin. Leiklut okkara í javnvág við leiklutin hjá øðrum persónum, skipanum og virkjum.
Lítil ivi er um, at í hesi prosess koma vit at uppliva frustratiónir, truplar avgerðir, truplar metingar út í óvissuna og fáur kann seta seg afturá og gera, halda, hugsa og meina tað sama sum í gjár. 10-15 ára lang oyðimarkargongd skal avloysast av koordineraðum aktivitetum. 10-15 ár við fiksum setningum og fiksum loysnum skal avloysast av gjøgnumhugsaðum hugtøkum og væl valdum loysnum. Hugtøkini fáa vit oftast uttan úr heimi. Onkur mega vit uppfinna sjálv. Men bert fá hugtøk uttan úr heimi kunnu brúkast kritikleyst uttan týðandi tillagingar til okkara mikrotjóð.
Hvat vita vit, hvat hóma vit og hvat ber ikki til at vita?
Vit vita, at hóttanin fyri eystan er 10-15 ára gomul og at fyrsta aldan longu hevur floymt yvir londini kring okkum. Tað er hesa alduna, vit kenna á okkum í løtuni í sambandi við fiskivinnuna. Aldargamlar traditiónir, arvur frá teimum, sum undan gingu og eitt gott arbeiði millum okkara fólk í høvuðsvinn-uni - bæði í leiðslu, sølu og framleiðslu - er við til at halda hóttanini burtur eina løtu enn. Men vit vita, at vit mega flyta okkum so ella so. Hesa fyrstu alduna nevndu framtíðargranskar-ar seinnu helvt av áttatiárunum fyri "blue collar revolution", tí tað vóru fólk í arbeiðsklæðum, sum máttu lúta fyri kappingini frá teimum við lágum løn-um fyri eystan.
Vit vita eisini, at grundarlagið í dag vil fara undan okkum. Mangt bendir eisini á, at eins og vit í 1998-99 vistu, at alivinnan við táverandi kós vildi renna seg í eina kreppu og at hendan kreppan fór at koma knappliga, vita vit eisini, at flakavinnan, sum vit hava kent hana seinastu hálvu øldina, knappliga missir sítt núverandi grundarlag. Við eitt ber einki til av tí, sum bar til í gjár.
Vit vita, at tann næsta aldan er yvir okkara grannar í løtuni. Teldukøn og onnur høgt útbúgvin fólk í háglønarlondunum mega lúta fyri kappingini. Hesa alduna nevna tey "white collar revolution" - tað eru tær hvítu skjúrturnar og slipsini, sum nú mega lúta.
Vit vita, at eisini hendan hóttanin er yvir okkum.
Vit vita nógv annað eisini, men í hesum høpi er tann mest týðandi vitanin hon, at vit skulu rokna við at gera nógvar royndir út í óvissuna, áðrenn ítøkiligar verkætlanir hepnast í ein slíkan mun, at tað munar samanborðið við teir vinnumøguleikar, sum gleppa okkum av hondum næstu árini. Hetta er galdandi fyri okkara fiskivinnu eins væl og tað, vit í dag nevna "aðra vinnu".
Tí tað ber heilt einfalt ikki til at vita, hvør møgu-leiki hepnast og hvør ikki hepnast. Ein skipað gongd út í óvissuna verður tann smala gøtan, sum vit noyðast at stíga út á. Ein hómar eina gongda leið, fær onnur við uppá at brúka orku - og halda á, skifta kós, bora fyri, meta um, stíga eitt fet longur, detta og reisa seg aftur. Aftur og aftur og aftur og aftur. Tá ið ein er fyri-lagstur, tekur annar við. Onnur hugskot. Somu hugskot, men aðrar arbeiðshættir. Somu hugskot og somu arbeiðshættir, men við betri royndum at byggja á. Somu hugskot, men í eini aðrari tíð.
Í sama mun sum vit seta órealistisk krøv til, hvat ber til at vita, vilja vit liggja í einum kyksendi, har vit søkka djúpari og djúpari, tess meira vit royna at berja okkum upp. Skulu vit vinna framá, noyðast vit at stuðla uppundir hjá teimum, sum royna sítt besta - eisini har onkur snávar ella "ger okkurt býtt".
Møguleikar ella fantasi
Ein møguleiki er fantasi til tann dagin, hann hepnast. Tá er sama fantasi ein veruleiki. Vit kunnu sum eitt dømi hugsa um, hvussu stórur partur av okkara búskapi í dag er knýttur at svartkjafti, sum fyri fáum árum síðani var sjálv ímyndin av "áttatiárunum", tá ið hetta hugtak enn varð nýtt um "tað markleyst skilaleysa". At vit noyðast út í tað "fantasifulla" er lítil ivi um. Tann avbjóðandi spurningurin er, hvussu vit finna eina javnvág millum fantasi og møguleikar.
At skapa møguleikar burturúr nøkrum fantasifullum er eitt handverk, sum vit vita meira og meira um. Fólk kring allan knøttin granska í hesum og royna at seta orð á. So smátt fáa vit greiðari og greiðari úrslit, sum vit sjálv kunnu royna í verki. Størsta hóttanin móti menningini er ikki fantasi. Øvugt er fantasi eitt av mest týðandi tilfeinginum í menningini. Størsta hóttanin móti menningini er gandaorðið og tann fiksa loysnin.
Eitt gandaorð er eitt viðkomandi orð, sum er tikið burturúr sínum samanhangi - oftast úti í heimi - og sett inn í ein samanhang, har orðið - og øll tann vitan, sum er bygd inn í hetta orðið við áralongum royndum - verður sett í ein samanhang, har tað ikki gevur meining at tulka somu royndir inn í orðið. Vit kunnu - og skulu - granska í Føroyum, men soleiðis sum orðið verður brúkt í altjóða høpi ber ikki til at brúka setningin "at vit skulu satsa uppá gransking". Setningurin er meiningsleysur, soleiðis sum hesin setningur verður brúktur aðrastaðni, tí vit hava einki "granskingarumhvørvi" á einum einstøkum fakøki, sum ger, at hesi fólk kunnu gerast ein miðdepil fyri hetta granskingarøkið. Tá ið eitt gandaorð verður brúkt til at byggja eina loysn á, fáa vit ta fiksu loysnina. Tí noyðast vit í tí einstaka førinum at umseta tær royndir, sum onnur gera, til okkara umhvørvi. Hetta er sjáldan nøkur einføld umseting.
Eitt kjak uttan gandaorð
Í tíðarinnar strategisku analysu er tað vanligt at remsa hóttanir og møguleikar, styrkir og veikleikar. Í mongum viðgerðum fáa vit at vita, at í tí altjóðagjørda vitanarsamfelagnum eru heilt aðrir og betri møguleikar enn teir, sum vóru í ídnaðarsamfelagnum. Tað, sum vit sjáldan hoyra er, at hesir møguleikar eru truplir at taka við hjá tí lítla, ríka, útibyrgda samfelagnum í Atlantshavi. Eitt meira realistiskt boð uppá hesa gongd er, at tað áliggur okkum í Føroyum at skapa og byggja upp nakrar møguleikar á nýggja altjóða leikvøllinum. Tá ið vit hoyra roynd fólk í vinnuni tosa um teirra gerandisdag, hóma vit hendan veruleikan.
Gandaorðini í løtuni eru slík sum gransking, privatisering, fremmandur kapitalur, innlendis kapping, liberalisering o.o. Vit hoyra nógv kjak, men lítið hevur verið at hoyrt ella sæð til hesi hugtøk í eini samanhangandi meting havandi í huga føroysk viðurskifti anno 2005 - sum í praksis merkir, at vit skulu meta hesi viðurskifti havandi í huga 50.000 borgarar úti í Atlantshavi í einum altjóðagjørdum heimi. Vit hoyra fólk leggja øðrum teirra motiv til last eins og nógv halda okkum í Føroyum verða ov konservativ. Men eg skilji ikki støðuna so eintýðugt. Eg skilji fullvæl, at vanligi borgarin er varin. Harvið er politikarin eisini varin.
Nógv av tí naiva práti um at opna seg mótvegis umheiminum er veruleikafjart. Sjálvandi skalt tú sum boksari sláa viðhvørt, men meginparturin av tíðini í ringinum fer til at verja seg. Sama er galdandi í einhvørjum fótbóltsdysti eins og í hvørjum kríggi. Verjan er fortreytin fyri sigrinum. At leggja seg skerflatan fyri mótstøðuni er snøgt sagt tápuligt, og vit fáa løn sum fortjent, tá ið vit gera tað. Veruleikin har úti á altjóða marknaðinum er beinhørð kapping til strikuna - og tað er ein kapping um hvørt einstakt arbeiðspláss. Stjórar á stórum fyritøkum, politikarar í høgum sessum og kongalig verða send til arbeiðis í førum, sum vit mangan halda vera "smáttaríir" í teirra hugaheimi.
Til ber
Hvat sigur so ein realistisk meting av støðuni? Ber okkum 50.000 borgarum í Føroyum til at skapa og reka eitt nýmótans vinnulív í altjóðagjørda heiminum uttan einans at dúva uppá annaðhvørt tilfeingi í sjónum, undir havbotninum ella í mannakyknum? Mín meting er, at tað ber til. Hesa meting byggi eg á teir førleikar, sum Føroyar fyrr hava víst í verki samanhildið við tann veruleika, eg haldi meg hóma har úti í heimi.
Onkursvegna havi eg eina hóming av, at hesuferð fer tað at hepnast at samansjóva mangar kreftur, sum so ella so geva sítt íkast til eina felags menning. Um hendan meting vísir seg at verða røtt ella skeiv veldst ikki sørt um tað íkast, tann einstaki leggur í sína dagligu atferð, heilt frá tí, ein sigur, yvir tað ein ger og til tað, ein setir kross við, tá ið okkara politisku umboð skulu veljast.
Ein av teim stóru uppgávunum, sum ein og hvør borgari í landinum hevur - men serliga tey, sum hava formliga ella veruliga ábyrgd av at savna krefturnar - er at byggja upp eitt skapandi, konstruktivt samskifti, sum leggur dent á tað, sum kann byggja upp og leggja minni dent á tað, sum ørkymlar kjakið. Uppgávan er at stuðla upp undir veruligu umstøðurnar hjá fólki at leggja kreftur í felags tøk - og rætta eina hond, tá ið ein okkara snávar.
?