JÓGVAN ISAKSEN
Í bókini "Færø og kosmos" skrivar W. Glyn Jones, at tá ið William Heinesen í 1957 gevur út stuttsøgusavnið "Det fortryllede Lys", so hevur hann sett út í kortið av nýggjum. Á sama hátt sum hann í 1934 við "Blæsende Gry" fór frá yrkingasøvnum til í høvuðsheitum at skriva skaldsøgur, so er skiftið nú frá skaldsøgum til stuttsøgur. Nakað er um hetta, tí frá miðjum fimti árunum og fram koma seks stuttsøgusøvn út, men bara tvær skaldsøgur. Í samrøðu sigur William Heinesen, at skaldsøgan sum slag er langrøkjut, og av tí at hann hevði so nógv í kvittanum, skifti hann yvir til stuttsøgur. Hann leggur aftrat, at hann altíð hevur mett sínar søgur sum í roynd og veru samandrignar skaldsøgur.
Fyrsta søgan í "Det fortryllede Lys", "Stormnatten", hevur fleiri av teimum somu persónunum sum "De fortabte Spillemænd" og "Moder Syvstjerne". Fru Nillegaard er ein, og kona - nú einkja - smiðin Janniksen er ein onnur. Tað sigst, at smiðurin skjeyt seg, tí konan og Ankersen plágaða hann so við teirra evindaliga syndatosi.
Í illveðri fer ein kroysa úti á Tonglatanga á flog. Tvær vinkonur, báðar eita Anna, men eru annars so ymiskar sum dagur og nátt, gerast heimleysar. Tann stinnara av teimum, eitur Tongl-Anna og hevur í mangar mátar havt eina harða lagnu. Sonurin er horvin úti í verðini, tvær døtur eru deyðar ungar og ein faðir- og móðurleys genta, sum hon hevði tikið til sín, kom verjuráðið og tók frá henni. Tongl-Anna var í mong ár frilla hjá Janniksen smiði, og tískil var hon illa dámd av sømiligum fólki. Sjálvsagt serliga konu smiðins, Rosu.
Eftir at hava bjargað sær og vinkonuni úr leivdunum av húsunum svímar Tongl-Anna og vaknar heima hjá sínum deyðsfígginda smiðeinkjuni. Tann ringasti marrudreymurin er gingin út, og Tongl-Anna grætur av vreiði, meðan Rosa roynir at látast fitt og góð og í veruleikanum er meinfýsin og skaðafró. Líkt er til, at illveðrið hevur veitt teimum trúgvandi hyklarunum sigurin, men Tongl-Anna veit ráð. Hon stoytir seg á sjógv.
Syndarblómur
Hin Anna, Simeons-Anna - er navnið lænt frá Bellman? - er mótsett vinkonuni mild og fyrikomandi, men heldur ikki hon hevur havt tað stuttligt. Hon verður trúlovað Paulusi av Skálafjørðinum, men hann vísir seg at vera beiggi hennara. (Nakað sama søga kemur fyri í "Balladen om Bøledrengen" í "Laterna Magica" 1985). Hetta nítur báðum fast, og meðan Anna dregur seg burtur frá verðini, letur Paulus seg endurdoypa til "den engelske mission" og fer út at sigla.
Ein moraliserandi vísa við heitinum "Syndens Blomster" verður yrkt um lagnuna hjá hesum báðum. Ein av donsku týðingunum av "Les Fleur du Mal" hjá Baudelaire eitur nett tað sama, og hóast hesar yrkingar valla hava nakað beinleiðis við søguna at skaffa, so er tað tekin um, hvussu William Heinesen spælir sær við nøvnum og hugasambondum. Leggjast kann aftrat, at aðaltema í savninum hjá Baudelaire er, hvussu menniskjað strembar eftir tí góða, men verður drigið ímóti tí ónda.
Tann málsligi meistaraskapurin hjá høvundinum kemur væl og virðiliga til sjóndar í søguni, og hann stuttleikar sær greidliga við at handfara og mýkja orð og setningar. Hóast sorgarleikin, so eru lýsingarnar í høvuðsheitum stuttligar, og ovfarakæti er á høvundinum, tá ið hann ger deyðar lutir livandi: "En lappet dyne kom farende, grebet af det almindelige tingenes afsind, den teede sig som et bæst og strakte en gammel sømand til jorden inden den omsider ligesom i hulkende lidenskab klamrede sig fast til jordemoder fru Nillegårds karnap".
Ein málslig snilda, sum William Heinesen javnan brúkar, er at lata týdningar glíða, so at lesarin nóg illa varnast tað. Um Tongl-Onnu sigst, at pápin var spanióli, men stutt seinni nevnir frásøgumaðurin hana "denne stivsindede spaniol". Frá sleyi til veruleika upp á stuttan tein.
"Stormnatten" er ein ógvuliga samandrigin frásøgn, ið samstundis skapar eina verð, har hjáhendingarnar eru nógvar. Høvuðssøgan og karmur um frásøgnina er illveðrið, og hvat ið fyriferst Tongl-Onnu og Simeons-Onnu. Aftrat hesum fær lesarin í stuttum lív og lagnu hjá báðum, hvussu tað gekst við gentuni, sum Tongl-Anna ikki slapp at hava, hvussu var við Janniksen smiði og hví, hvussu ein konslafrúan er o.m. Í mongum av hesum líkist "Stormnatten" meiri eini skaldsøgu enn eini stuttsøgu, sum í flestu førum dúvar upp á ta einstøku hendingina. Og eitt aftrat: spurningarnir, sum søgan setur fram, eru etiskir og átrúnaðarligir, sum eisini persónnøvnini benda á.
At taka við lagnuni
"Belsmanden" er um Kristin hosnamann, sum ríkar seg upp við at selja brennivín og veit, at tað er skeivt, men ikki megnar at lata vera. Hann følir við sjálvum sær, at hann er glataður, at Illimaður er harri hansara. Konan, sum hevur roynt at bjarga honum, umvendir seg fyri hansara sakir til Belsabub, so tey kunnu fylgjast inn í glatanina.
Kristin og konan eru ikki partar av tí modernaða samfelagnum, har tað sambært høvundin er lætt at fáa eina umvending og síðani fara upp í kommunupolitikk. Trýrt tú av álvara, og tað gera hjúnini bæði, so slepst ikki undan lagnuni. Kristin - legg merki til navnið - hevur syndað, og tað straffar hann seg sjálvan fyri.
Tann næsta søgan, "Grylen", hevur eisini samband við miðøldina og væl longur aftur við. Úti á oynni Stapa gongur Ungi-Dunaldur grýla á hvørjum ári. Tað er ein tung lagna, sum tykist at hava ligið á monnunum í slektini í øldir, og lønin er ymiskt til matna frá bygdarfólkunum. Grýlan er "meget lådden og bærer horn og hale, hun lugter ilde og giver underlige lyde fra sig", men hvussu hon er vorðin innan, veit eingin, tí "hendes væsen er gådefuldt, for det har rødder i dunkel urtids nat." Grýlan gongur við einari veldugari stong, og søgn er, at hon veitir fruktagøðsku á øllum økjum.
Ein dømandi missionerur vil gera grýluberan Dunald til Antikrist, men øll vita, uttan at vilja vera við tað, at hann er Anti-Deyðin. Tey vita eisini, at Grýlan ikki er Gudi til tokka: "Gud og Grylen er uforenelige, kan ikke rummes i samme tanke, de to magter er som ild og vand, det syder og sortner hvor de mødes, og derfor holdes de strengt adskilt fra hinanden".
Her er tann kristna dualisman á lofti, eins og í "Moder Syvstjerne", og sum í hesari koma myndir frá havsins botni fyri. Ørminni um máttin hjá Grýluni í fyrndini er í blóðinum "som bundfisk i dybe vande", og tá ið øsandi sjónir leika innan í honum, er tað sum "hullede troldsole og søanemoner".
Reinsan gjøgnum synd
Fólk halda gleim føstulávints mánadag, og sum í spølni rætta tey lítlafingur út ímóti Illamanni, og "Det er ikke til at forklare at det urene således kan bringe renhed, ja løftelse". Fyri at fullgera reinsanina gjøgnum synd gongur Grýlan týsdag, tá ið fólk eru móð upp á bæði kropp og sál, og Illimaður telur lítlafingrar.
Kona Dunald, Signa, dámar ikki, at hann gongur grýla, og tað er kanska ikki løgið, men okkurt meira er sum bilar. Tá ið tíðin nærkast, leggur hon fyri við at gráta, so ger hon seg sum ís, og hon tosar ikki við hann í vikur aftan á føstulávint. Tað er eingin ivi um, at grýlugongan er bæði syndig og ein stór skomm, men hon útvegar húskinum mat, og Signa má hava kent korini, tá ið hon giftist Dunaldi. Hví er hon so syrgin og fúkandi?
Svarið er ivaleyst, at Signa er sjalu og ill um at blíva svikin. Hvørt ár, tá ið Dunaldur hevur verið Grýlan, fer hann til Isan - sum eisini eitur Elisabeth - og verður tváaður, og síðani gerast tey eitt í seingini hjá henni. Tvs. at grundgevingin hjá Dunaldi at ganga grýla ikki bara er traditión, men eisini ein persónlig trongd.
Tíðin hjá Grýluni er við at vera av. Aðrastaðni hava tey fyri langari tíð síðani slept henni, og Dunaldur eigur bara døtur, so eisini her hómast ein endi. Tá ið traditiónir ikki longur eru eyðsæddar, gerast tær ofta tilvildarligar. Harumframt fløkist alt tað persónliga hjá Dunaldi uppií, og er lesarin eftirskettin, varnast hann, at Isan hevur verið einkja í fimtan ár, og Dunaldur hevur gingið grýla í fjúrtan. Hvat er atvold, og hvat er avleiðing? Tað er væl av tí upprunaligu Grýluni í gonguni hjá Dunaldi - hesum borgar søgan fyri - men her í endaskeiðnum hevur tað persónliga eisini fittan týdning.
Pínslasøgan hjá Dunaldi, so heiðin hon er, líkist einum kristnum mynstri: fyrst verður tær so mangt fyri, og síðani sleppur tú í paradís! Tvídrátturin í søguni snýr seg kortini ikka bara um sálina mótvegis likaminum, har kropsins djýpstu lystir ein dag í árinum sleppa at vísa seg í einum elligomlum, reinsandi dansi. Persónligar grundir skapa nýggjar spenningar og gera eina fláaskipan av motivum, sum á annan bógvin spegla ta fúnandi traditiónina og á hin bógvin modernitetin í søguni.
Napoleonskríggini
"Ulvetid" fer fram undir krígnum og minnir í mongum um "Den sorte Gryde". Napoleon Adriensen sakførari liggur at doyggja, og tann sekteriski beiggin, Blücher, plágar lívið av honum at lata allar ognir til tey fátæku, so hann skal sleppa inn í himmiríkið. Navnarnir hjá brøðrunum vóru undir napoleonskríggjunum teir argastu fíggindar, og tað var Blücher, sum saman við Wellington vann endaligan sigur á Napoleon við Waterloo. Í søguni verður kortini gjørt vart við, at brøðurnir ikki sita illa um sátt, men bara eru heilt ólíkir.
At kalla øll "Ulvetid" er pallsett heima hjá Adriensen sakførara í einum klaustrofobiskum helvitis forgarði, har tænastugentur, eingilskir hermenn, brennivín, sakførarar og flogálop fremja ein villan deyðadans. Tað einasta hampiliga menniskjað í søguni er ein sjúkrasystir, og hon er tablettnarkomanur. Dámurin er skemtiligur, men svartskygdur. Søgan er øll sum hon er ein langur misantropiskur deyðadráttur.
Í "Det vingede mørke" fara systkini Antonia og Lítlibeiggi eitt kvøldi við vøru til eini hús norðanfyri býin. Myrkrið, sum bara verður upplýst av eini fjóslykt, skapar saman við ímyndingarevnunum hjá børnunum ein íbygdan heim. Ávegis kaga tey inn ígjøgnum ein glugga hjá Bakka-Elsu: "Hun er enke, det er nok derfor hun er så trist. Måske går hendes mand igen. Måske har hun selv slået ham ihjel!" Ferð er á hugflognum, og í hesum líkist søgan bæði "Moder Syvstjerne" og "Tårnet ved Verdens Ende". Seymikonan Tongl-Anna úr "Stormnatten" kemur eisini fyri. Styrkin í søguni er tann fullkomna innlivingin í hugaheimin hjá barninum.
Heimsins undirgangur
Tann endurminningardámur, sum merkist í "Det vingede mørke", er enn týðuligari í "Himlen smiler". Sagt verður frá Bukkhellu, "et dragende og apokalyptisk sted, en verdens ende og begyndelse", har nakrir dreingir finna bókina "Verdens Undergang" eftir Camille Flammarion, sum er "fuld af sære og foruroligende billeder af nøgne damer, kometer, rædselsslagne ansigter, luftskibe, fremtidsbyer, Paven i Rom, engle, djævle og marsboere, ja døden selv i gyselig majestæt, knokkelmanden med sin le, stående på toppen af en skyomvunden klode".
Tað, sum ávirkar frásøgumannin Marselius mest, eru orðini: "Thi verden kan ingen ende have og ejheller nogen begyndelse". Heimsfatanin hjá dronginum bóltar rút, og hann endurtekur setningin sum eitt mantra.
Marselius ognar sær bókina fyri eina fløsku av lampuspritti, sum í sínum lagi verður seld Spritt-Jóhanni, sum dettur oman gjøgnum ein lemm og brýtur hálsin. Bókin fær skyldina og verður blakað á sjógv, men Marselius hevur lisið hana, og søgan endar: "Den brændte mig endnu i sjælen, sødt og farligt, et stille tærende bål af gru og hunger og uigendrivelig dyb forelskelse". Sum ikki einaferð í skaldskapinum verða nýggjar royndir lýstar við blandaðum kenslum. Atdráttur og mótboð takast í sálini.
Tá ið Marselius hevur keypt bókina fyri spritt, er hann greiður yvir, at her er ikki rætt atborðið, men í mun til at "Verdens Undergang var nu min" fánar alt fyrivarni. Í veruleikanum eru undirgangirnir tvinnir: annar er tann hjá Spritt-Jóhanni, og hin er heimsmyndin hjá Marseliusi. Orðini, at heimurin hvørki hevur enda ella byrjan, syngja inni í dronginum, og kenslan av at vera ávegis ímóti avdýpinum veitir honum "en hujende fornemmelse ligesom når man kælker ned ad en stejl bakke og ikke aner hvor man ender". Skreiðitúrar verða eisini brúktir sum kollveltandi metaforar í bæði "Moder Syvstjerne" og "Tårnet ved Verdens Ende".
Í helheimi
Tittulsøgan er sum ein málningur gjørdur við poetiskum orðum og myndum. Marselius dugir væl at tekna og roynir at avmynda ta vøkru gentuna Agathu. Men tað vil ikki lukkast, og misnøgdur gevst hann á hondum. Agatha gert sjúk, og nú hann ikki hevur hana fyri sær, veit Marselius akkurát, hvussu hon skal málast. Tá ið Agatha aftur megnar at stíga fram, hevur hon fingið tering: "Hun lignede på en skrækkelig måde sig selv på Marselius' mislykkede billede." Her tykist at vera ein feril av "The Picture of Dorian Gray" hjá Oscar Wilde, har málningurin av Dorian eldist og speglar hansara ólevnað, meðan hann sjálvur varðveitir ungdóm og vakurleika.
Agatha fer við pápanum av landinum fyri at vinna sær heilsubót, og Marselius teskar fyri seg sjálvan, at hann elskar hana. Kenslurnar eru sum í endanum á tí undanfarnu søguni ein blandingur av "smerte og fryd". Kynsbúning og sannkennan av kærleikanum fylgjast.
Tann næsta søgan er ein garvill og absurd vitjan á heimsvaritéini Tartaros, har alskyns modernaði fyribrigdi verða sýnd fram. Tey flestu av teimum eru so ræðulig, at frásøgumaðurin ikki vil síggja tey, men hann sleppur ikki undan. Við lið hevur hann eftir túri André Gide, Auguste Comte, Albert Einstein, og høvuðskenslan mótvegis tí sum fer fram er tann gamla blandaða av lysti og sárseyka. Í høvuðsheitum er ta 20. øld, sum er á skránni, men við træðrum aftur til grikska mytologi og annars djúpt inn í okkum sjálvi. Orðini hjá Nietzsche, at starir tú nóg leingi niður í avgrundina, so starir hon inn í teg, eru ikki heilt burturvið her.
Í tekstaúrvalinum "Grylen og andre noveller" fortelur William Heinesen, at "Tartaros" hevur eina prosayrking hjá Otto Gelsted sum fyrimynd (Bøn til den moderne mentalitet 1925), og at ætlanin m.a. er at gera gjøldur við hálvsodnaðari vitan, sum yrkjarar og intellektuell lána frá tí torskildu atomfysikkini. Í hesum kritikki er William fyri sína tíð, tí júst í hesum árum verður gjørt gjøldur við fronskum og amerikonskum intellektuellum, sum taka líkt og ólíkt frá t.d. kvantefysikk yvir í filosofi og bókmentateori. Amerikanski fysikarin Alan Sokal hevur ávíst, at hesi intellektuellu einki hava skilt av fysikkini, men glaðbeint gloypa øllum, bara tað ljóðar vísindaligt.
William Heinesen heldur fyri, at tann moralur, sum kann dragast burtur úr heljarvitjanini er, at sjálvt um heimurin er bæði paradoksalur og komplementerur, so kanst tú ikki smoyggja tær undan, at eisini tú hevur ábyrgdina av, at órættvísi og vanbýti ráða.
Lívið er hesumegin
Í 1920'unum og 30'unum litu nógvir europeiskir høvundar eystureftir, og serliga tann kinesiska taoisman vakti áhuga. Halldór Laxness segði seg alt lívið vera ávirkaðan av taoismuni, og eisini William Heinesen bar við hana. Í stuttum er Tao ein ævinlig javnvág millum tað postiva yang og tað negativa yin. Tað skal tó viðmerkjast, at William Heinesen eisini fløkir buddismu upp í endasøguna "Historien om digteren Lin Pe og hans tamme trane".
Í tí mytisku frásøgnini fær Lin Pe frá eini hægri makt at vita, at hann skal njóta tann stóra heiður at verða fluttur yvir í ævinleikan. Lin Pe vil treyðugt fara frá yngstu dóttrini, men svarið er, at ævinleikin kallar. Hann fer tí til gongu gjøgnum skógina og upp í fjøllini, har hann hittir tað himmalska sendiboðið Ti-te: "denne over al beskrivelse magre og huløjede ånd med det askehvide, skaldede hoved, den forsorne lille næse og den store gådefuldt spotske tandrad". Deyðin rennur lesaranum í hug.
Tann gamli tranin hjá Lin Pe er komin við honum, og hvørja ferð ein halg tøgn er við at falla yvir bæði menniskja og landslag, so verður hon brotin av tí rísnu og hásu galanini hjá trananum. Umboðið hjá ævinleikanum, sum greidliga ikki kennir til trúfesti og samkenslu, krevur, at Lin Pe tekur lívið av trananum. Tað fær Lin Pe seg ikki til, og í staðin bindir hann fuglin og vevur um nevið, so hann skal halda hol.
Tann gamli yrkjarin fer nú undir ta endaligu ferðina ígjøgnum ísakalt myrkur og ævinleikans forgarð, sum verður avmyndaður soleiðis: "Nu tyndede det ud i tågen og en udstrakt slette af varm kobberrød farve kom tilsyne. Luften mildnedes og blev hurtigt klar og tør, men hvor var her øde - ikke et græsstrå, ikke en tue, ikke en fjeldtop i synsranden, kun den uendelige røde og skyggeløse flade under en lige så rød himmel uden sol og skyer".
Ein stuttlig verð er hetta ikki at vera í, men lukkutíð er tranin sloppin leysur, og enn einaferð oyðileggur hann tøgnina við síni skrenjan. Nú er andin Ti-te vorðin illur, og Lin Pe verður vegna menniskjasligan veikleika dømdur at liva jarðarlívið umaftur. Tá ið søgan endar, er hann aftur blivin bróstabarn og er fullkomiliga lukkuligur. Tann greiði boðskapurin í søguni er, at ongi lyfti um himmalska sælu koma upp ímóti jarðarlívinum, tá ið tað er upp á tað besta.
Eingin lagnutrúgv
Søgurnar í "Det fortryllede Lys" kunnu flokkast í tríggjar bólkar: realistiskar søgur, endurminningarsøgur og mytur, og í teimum øllum takast gamalt og nýtt. Deyðin mótvegis lívinum er ein kjarnin í teimum flestu av søgunum, ofta við einum ráka av miðøld, og somuleiðis blandingurin av lysti og mótboð, tá ið nýggjar royndir skulu gerast. Bíblian og bíbilsk nøvn eru í heilum á lofti, og tey eru bæði mentunarligur grundvøllur og ein etiskur karmur, sum tú mást taka støðu til. Tað er nevniliga upp til okkum sjálvi at gera heimin til eitt frægari stað at vera, og eingin kann skáka sær undan. Hetta er eisini dømi um, at hóast tað verður nortið við ta rættiliga fatalistisku taoismuna í einari søgu, so er William Heinesen avgjørt ikki fatalistur. At viðgera ein filosofiskan og menniskjasligan trupulleika - hetta verður gjørt fleiri staðni í skaldskapinum - er ikki tað sama, sum at tú tekur við honum.