Millum onki og barnavernd

Havi jústi siti og lurta við stórum áhuga eftir sendingini Sjónarhornið. Í sendingini kom millum annað fram, at stórur saknur er á hjálp til familjur, børn og ung, sum stríðast við ymiskar avbjóðingar.

Vóni ikki, at nakar misskilir meg, tí eg eri ikki ímóti at vit hava eina Barnaverndarlóg. Sjálvandi skula vit tað, tí tað eru tíverri altíð tey, sum hava so stórar og álvarsligar trupulleikar at stríðast við, at tað er neyðugt at fáa hjálp og fyriskipanir sambært Barnaverndarlógini.

MEN – tað er nógv sum kann gerast áðrenn tað er neyðugt við barnavernd. Í sendingini varð t.d. nevnt, at eitt ynski var, at møguleiki var fyri, at kunna fara til eina hurð, har ein t.d. kundi fáa familjuráðgeving ella aðra viðkomandi hjálp. Hetta uttan fyrst at skula verða til eitt barnaverndarmál.

Sum heilsufrøðingur, eri eg von við at arbeiða við fyribyrging og heilsufremjan í mun til likamliga, sálarliga og sosiala heilsu hjá børnum og ungum, og eru tað nógv foreldur, børn, ung og onnur fakfólk, sum gera brúk av hesum í gerandisdegnum.

Eitt av fremstu endamálunum við almennari fyribyrging er at syrgja fyri, at trupulleikiar, sjúka o.a. ikki uppstendur, ella um hetta longu er komi, ikki gerst verri. Vit vita eisini, at fyribyrging loysir seg altíð betri menniskjaliga og samfelagsliga, enn viðgerð ella stór sosial inntriv/fyriskipanir.

Mítt ynski er, at Tórshavnar Kommuna hevði eitt tilboð til børn, ung og foreldur, har tey kundu vent sær til fyri at fáa hjálp, uttan at neyðugt var at gerast barnaverndarmál. Fyrst og fremst fyri at fyribyrgja, at avleiðingarnar gerast fleiri og álvarsligari enn neyðugt, men eisini fyri at geva hjálp, ráðgeving og vegleiðing so tíðliga sum møguligt, so ikki gerst neyðugt við størri sosialum fyriskipanum. Tilboði kundi t.d. verið ”ein hurð”, har viðkomandi fakfólk vóru tøk, sum foreldur, børn, ung ella onnur kundu fingið hjálp, ráðgeving og vegleiðing.

Eg vil fegin gera mítt til, at henda ”hurðin” kann gerast møguleiki í Tórshavnar Kommunu.