Venjari hjá Herfølge er sum kunnugt fyrrverandi danski landsliðsleikarin, John Faxe Jensen. Skal nøkur stjørna finnast á liðnum, er helst eisini nærliggjandi at peika á venjaran, sum onkuntíð eisini er leikandi venjari.
Eru ein eind
Men hvussu ber tað so til, at Herfølge kortini hevur snýtt øll liðini. Sum nevnt, telur liðið so at siga ongar stjørnur, og undan kappingarárinum hildu flestu serfrøðingarnir, at liðið fór at verða skeivu megin niðurflytingarstrikuna.
- Orsøkin er fyrst og fremst tann, at vit eru eitt lið. Talan er ikki einstaklingar, har alt avhongur av tveimum ella trimum stjørnuleikarum. Fótbólturin er jú eitt liðspæl, og til hetta hava vit ein leikarahóp, har allir eru javnt góðir. Nevnliga hetta at allir eru so javnt góðir, er kanska størsta orsøkin til at vit liggja fremstir, greiður venjarin frá.
- Sostatt haldi eg als ikki, at talan er um tilvild av nøkrum slag.
Nógvir serfrøðingar hava alla tíðina roknað við, at oddastøðan hjá Herfølge bert var eitt upplop, og at liðið fór at dett niður ímillum fyrr ella seinni.
- Ja, tað havi eg hoyrt fleiri ferðir, og tað kunnu vit framvegis gera. Vit hava eisini havt eina ógvuliga laka periodu síðani vetrarsteðgin, men tá hini liðini samstundis hava mist stig, eru vit framvegis at síggja í toppinum.
Jákup skal rópa meira
Sæð við føroyskum eygum, hevur týdningurin hjá Jákupi Mikkelsen ivaleyst størsta áhugan, og vit spurdu eisini Faxe, hvat hann helt um føroyingin í felagnum.
- Jú, Jákup er sjálvandi ein góður málverji, og hann hevur eisini stóran týdning fyri lið okkara. Tað hevur ein málverji so at siga altíð, tí hann er jú okkara seinasti skansi. At hann er góður, er ikki bara nakað, sum eg sigi, tí hesum hevur hann langt síðani prógvað. Hóast hann hevur framt nøkur mistøk nakrar av undanfarnu dystunum, so er hann framvegis millum bestu málverjarnar í donsku kappingini.
Hvørjir lutir heldur venjarin so vera ávíkavíst styrkin og veikleikin hjá føroyska landsliðsmálverjanum.
- Hansara størsta styrki er uttan iva ein móti einum støður, kvikleikin inni á strikuni og so eisini góði bóltførleiki hansara, tá bólturin skal spælast við beinunum.
- Annars hevði eg verið øgiliga fegin, um hann rópti meira, soleiðis at verjuleikararnir vistu, at ein svakur maður stóð aftan fyri teir og rópti. Júst sum Schmeichel er kendur fyri at gera. Tað er so nakað, sum vit royna at arbeiða við, men hinvegin veit eg væl, at tú ikki bara kanst broyta ein persón uttan víðari.
- Eisini haldi eg, at hann kundi brúkt kroppin meira, tá hann fer eftir innleggum frá síðunum. Hann er ikki serliga stórur av vøkstri, og tí hevur hann ein náttúrligan veikleika í hesum, men tað mugu vit so eisini royna at betra um.
Vinna heiðursmerki
Hvussu stóran møguleika heldur bossurin í Herfølge so, at lið hansara hevur at gerast danskir meistarar.
- Fáa vit tað málsøokna spælið fram, sum vit hava sýnt í nøkrum av undanfarnu dystunum, so haldi eg okkum hava góðar møguleikar. Í øllum førum rokni eg tá við, at vit fáa okkurt slag av heiðursmerkjum, men júst hvat slag hesi verða, er ilt at siga.