Esperanto verður nýtt í millumtjóða brævaskifti (eisini um teldupost), í bløðum og tíðarritum, og harafturat á ymiskum esperantostevnum eins og á (fjakkara)ferð burtur í onnur lond.
Í grein í kinverskum esperantotíðarriti El Popola Chinio greiðir ein blaðmaður, Zhu Mingyi, frá, hvussu hann nýtti mong ár til at læra fremmand mál. Í 6 ár las hann enskt, men bæði framburður og orð vóru so torfør at læra, at hann var ikki førur fyri at nýta tað málið. Síðan las hann russiskt; men mállæran royndist sera fløkt, og hann heldur seg ikki duga russiskt nóg væl. So fór hann undir at læra esperanto, sum hevur regluliga mállæru, orðasamanseting og altjóða orðatilfar. Eftir bert hálvt ár royndi hann at týða greinarstubbar til El Popola Chinio, og eftir minni enn eitt ár var hann rættiliga førur fyri at týða úr kinverskum til esperanto. Í starvi sínum sum blaðmaður hevur hann skift brøv við esperantistar í Brasil, Bretlandi, Eysturríki, Finnlandi, Fraklandi, Hálandi, Japan, Meksiko, Portugal, Spania, Svøríki, Sveis, Týsklandi og USA.
Nógv ung fólk læra seg esperanto við eittans endamáli: at njóta fyrimunirnar við »Pasporta Servo«, sum nú hevur 25 ár á baki; tað er eitt millumtjóða gistingarnet við esperantistum, sum hýsa ferðandi esperantistum og tú kanst gista hjá teimum fyri einki og njóta staðkendan blíðskap, um bert tú talar esperanto og hevur eitt eintak av bókini »Pasporta Servo« við tær. Hetta er ein bók við reglunum fyri skipanina og við atsetrum hjá í løtuni 1075 vertum í 76 londum um allan heim - og har legst skjótt afturat! Bókin kostar 10,90 evrur, t.e. góðar 80 kr. og við avsláttri, um fleiri verða keyptar saman. Og teknar tú teg sjálvan sum vert, fært tú bókina sendandi árliga fyri einki, og við henni fullan rætt at nýta gistingarnetið, somuleiðis fyri einki. Annars eru gistingartreytirnar ymiskar: onkur krevur, at tú hevur soviposa við, og býður kanska ikki morgunmat, onkur tekur bert 1 gest eina nátt, ein 10 gestir ein mánað (men rímiliga uttan kost) o.s.fr. Summir vertir vilja hava skrivlig boð frammanundan; onkur sigur: »Kom við egnari hættu; eg eri ofta burturstaddur.«
Ein genta úr Kalifornia hevur ferðast í meir enn eitt hálvt ár í Evropa, vanliga uttan at avtala meir enn við ein ella tveir vertir fram, men alla tíðina á pasporta-netinum.
Bókin »Pasporta servo« fæst m.a. hjá norska esperantofelagsskapinum, esperanto@online.no
Danska esperanto-ungdómsfelagið UFFE greiðir fegin meir frá um Pasporta Servo, um brævaskifti á esperanto, ungdómsstevnur í ymiskum londum o.m.a. - Árliga heims-ungdómsstevnan verður í ár í Strasbourg. Eisini kann nevnast norðurlendski »Kultura esperanto festivalo« við sjónleiki, rock, yrking og sangi.
UFFE, c/o Christian Clausen, Nyvej 16, Gl. Ry, DK-8680 Rye <crcYY@pip.dknet.dk>
Heimasíðan hjá Pasporta servo
á íslendskum: home.wxs.nl/~lide/ps_lingv/ps_is.htm -
á norskum: home.wxs.nl/~lide/ps_lingv/ps_no.htm
Eitt yvirlit yvir tær atsetursupplýsingar, ið eru komnar afturat, síðan Pasporta servo 2001 fór til prentingar í desember, er á home.wxs.nl/~lide/ps/ps_mapoj.htm - Trýst við músini á tað landið ella heimspartin, tú vilt hava yvirlit yvir (g=gestir, t=nætur).
Á internetinum kemst eisini inn á ymiskar aðrar áhugabólkar; har eru m.a. bólkar, ið viðgera evni sum handilsskap, tíðarrit, internet, mentan, søgu, uppaling, kvinnurørslu, ungdómslív, tónleik. - Far inn á www.esperanto.se/virtuala/ og trýst t.d. á KUNE og síðan á Hazarda ttt-ejo (svarar teldan »sorry«, so bakka og royn aftur Hazarda ttt-ejo).