Sum siðvenja er í FMA, so er síðsta virðislønin, ið verður latin á kvøldinum, Ársins Tónleikaheiður. Virðislønin verður latin einum persóni, ið hevur gjørt nakað serstakt fyri føroyskan tónleik.
Í ár bleiv virðislønin latin Milson Zachariasen fyri hansara íkast til føroyskan tónleik. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, nevndi at heiðurin bleiv givin einum, sum er serligur kendur fyri sín leiklut aftanfyri pallin heldur enn á pallinum.
Í grundgevingini varð nevnt, at Milson Zachariasen er undangongumaður fyri rútmiskan tónleik í Føroyum og er millum annað ein av stovnarunum av Faroe Boys.
Undanfarnu ár hava Brandur Øssurson, Annika Hoydal, Ólavur Hátun og Simme fingið Ársins Tónleikaheiður.