Mingoville til føroysk skúlabørn

Nú sleppa føroysk børn at brúka heimsins størstu online skipan í enskum

Gundur Mortensen og Birgir Kruse hava týtt skipanina, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur keypt rættindini til at nýta. Hon rópast ”Mingoville” og er tað danska E-Learning Center, ið hevur forritað virðisløntu skipanina. Nýtsluloyvið fevnir um allar føroyskar næmingar í 4. og 5. flokkunum í enskum. Átakið er liður í Undirvísingarportalinum, sum Kommunusamskipan Føroya, Føroya kommunufelag og Mentamálaráðið menna í samstarvi við Føroya Skúlabókagrunn. Øllum skúlum stendur í boði at verða við í føroysku Mingoville-skipan.