Mini og maxi

Bilarnir sum vórðu umrøddir í úrvarpssendingini “Bylgjan” í Kringvarpi Føroya mikudagin 18. apríl, vóru Ford Explorer og Mini Cooper

Í útvarpssendingini “Bylgjan” í Kringvarpi Føroya mikudagin vóru tveir sera ólíkir bilar umrøddir. Talan var um enska retrobilin MINI Cooper, sum er gjørdur við Morris og Austin Mini frá 1959 sum fyrimynd, og Ford Explorer, sum er ein stórur amerikanskur SUV við sjey sitiplássum.

Mini Cooper er ein charmerandi bilur, sum kom á marknaðin fyri 6 árum síðan. Nú um dagarnar fór bilur nummer 1.000.000 av samlibandinum á verksmiðjuni í Onglandi. So bilurin hevur fingið sera góða móttøku.

Bæði uttan og innan er MINI gjørdur í besta retro-stíli. Tað eru BMW í Týsklandi, sum í dag eiga MINI. Í hesi Cooper útgávuni hevur MINI 1,6 litur bensinmotor við 115 hk og kostar kr. 340.000 hjá Nordcar.

Ford Explorer, ið er ein 7-persónabilur við trimum røðum av setrum, hevur í mong ár verið mest seldi SUV (Sport Utility Vehicle) í USA.

Explorer lýkur øll tey strangastu krøv um trygd og umhvørvisvernd í USA og fekk t.d. fimm stjørnur og besta karakter frá NHTSA (National Highway Traffic Safety Administration).

Bilurin hevur “Control Trac 4WD System” ið er eitt sera framkomið system, ið gevur bilinum teir bestu 4x4 eginleikar bæði á asfalti og uttan fyri vanliga koyrivegin. Hesin Explorer við 4,0 litur V6 motori og 213 hk og kostar kr. 560.000 hjá P/F Wenzel.

Tað var útvarpsmaðurin Kári Sólstein, sum tosaði við Sofus Hansen, bilbyggjara, og Óla Jákup Rólantsson og Magnus Gunnarsson, sum skriva um bilar í ávikavist Vikublaðnum og Sosialinum.

mg.