Minka um matoyðsl um Páskirnar

Felagsskapurin Stop Spild af Mad hevur 10 góð ráð

Tað er ongin loyna, at vit brúka meir og keypa meir inn til páskadagarnar enn vanligar gerandisdagar - ofta keypa vit tó ov nógv, og tí endar nakað av matinum í ruskílatinum. Politiken skrivar, at Landbrug & Fødevarer hevur rokanð út, at danir brúka 24 prosent meir av peningi til mat í páskavikuni í mun til aðrar vikur í árinum. Í Danmark enda tí 279 milliónir krónur í ruskílatinum. 

 

 

Vit keypa mest av mati og drekkivørum um Páskirnar, og tí hevur felagsskapurin Stop Spild af Mad snikkað saman 10 ráð til, hvussu vit koma í gjøgnum páskavikuna uttan at oyðsla við matinum. Hesi 10 ráðini eru at finna á Politiken.dk.

 

1. Legg Páskirnar til rættis í góðari tíð. Et tað, sum er í kuldaskápinum og frystiboksini í góðari tíð, so pláss er fyri restum av páskadøgverðanum.

 

 

2. Skriva ein lista, áðrenn tú keypir inn, og legg ætlanir fyri, hvat tú fert at gera við restirnar. Nógv av tí, sum loypur av kann nýtast til aðrar rættir. 

 

 

3. Ikki keypa mat til 12, um tit verða seks til borðs. Minka mongdirnar niður í tveir fjórðapartar av tí mongdini, sum tú vanliga gert. So hevur tú minkað um matoyðslið, áðrenn tú byrjar. Øll skulu nokk verða mett.

 

 

4. Keyp og raðfest tær vørurnar, sum eru við at ganga út. Tað kann verða bíligari, og tú hjálpir harvið eisini handlunum at oyðsla minni við mati. 

 

 

5. Halt tær sjálvum í teymum. Fleiri minni handlar hava opið um Páskirnar, so ikki er alneyðugt at keypa alt í góðari tíð fyri tryggja sær, at man fær mat. 

 

 

6. Keyp góðsku fram um stórar mongdir. Keypir man kostnaðarmiklar rávørur í betri góðsku, so er sannlíkt, at minni verður burturbeint. 

 

7. Brúka minni føt og tallerkar, tá tú borðreiðir.

 

 

8. Set rættirnar inn á borðið so hvørt. Pakka tað, sum verður tikið av borðinum, inn og goym tað, so tað kann nýtast aftur. Maturin eigur ikki at standa frammi í meir enn tveir tímar. 

 

 

9. Hav ymiska matin í einstøkum skálum, og ikki blanda matin saman, fyrr enn beint áðrenn hann skal borðreiðast. So er lættari at pakka tað inn, sum ikki verður brúkt, og goyma tað til seinni. 

 

 

10. Ikki lata matin standa á borðinum í fleiri tímar. Set heldur restirnar í kuldaskápið so skjótt gestirnir hava etið. Spyr gestirnar, um teir vilja hava restir við heim.