Minnast Fridu Zachariassen á Bryggjuni

Listasavn Føroya hevur heitt á Klaksvíkar Býráð, sum eigur hópin av myndum eftir Fridu Zachariassen, um at læna nakrar av hesum málnungum til eina myndaframsýning, sum Norðuratlantiska bryggjan í Keypmannahavn fyrireikar.

Framsýningin við myndum eftir Fridu Zachariassen verður á Norðuratlantisku Bryggjuni, Strandgade 91 - frá 2. juni til 2. september í ár.

Sum kunnugt hevði Fridu Zachariassen verði 100 ár í ár. Tí er Klaksvíkar Kommuna eisini við í at skipa fyri tiltøkum og framsýningum í hesum høpi, uppýsir Dávur Winther, mentanarleiðari.

– Tað er longu nú gjørd avtala við Norðuratlantisku Bryggjuna í Keypmannahavn um at fáa hesa somu framsýning til Klaksvíkar í september í ár, har eisini Malan Marnersdóttir, professari, dr.phil og lic.phil, ið hevur skrivað bók um Fridu, kemur at halda fyrilestur um verkini og Fridu.

Mortan Vang og Oggi Lamhauge frá Listasavni Føroya, ið hjálpa til við at savna verkini til framsýningina, hava verið í Klaksvik eftir teimum málningum, sum avtala er gjørd um at læna.

Tað er Mentanardeild býráðsins, ið stendur fyri avtaluni um lánið av málningum frá Klaksvíkar Kommunu, sum altso verða við í nevndu myndaframsýning í Keypmannahavn frá 2. juni til 2. september 2012.

Fakta:

Frida Zachariassen er fødd í Klaksvík 24. september 1912. Ellivu ára gomul fór hon til Havnar at ganga í skúla og tók millumskúlaprógv har. Hon fór so niður til Danmarkar, var í húsplássi í seks ár, tók handilsskúlaprógv og gekk eisini á skeið í málningalist. Í sjey mánaðir var hon í Newcastle og lærdi seg enskt mál, var so í eitt ár í húsplássi í London. Kom heim aftur stutt undan krígnum og fór so at arbeiða á skrivstovu í Klaksvík.

Frida Zachariassen hevur gjørt vart við seg sum listakvinna bæði innan myndlist og bókmentir. Í 2011 gav Posta út føroysk frímerki við málningum hjá Fridu sum motivi. Frida málaði nógv, hon hevði sín egna stíl. Hon málaði mest í 1950'unum og 1960'unum.

Í 1978 læt hon úr hondum barnabókina "Tá ið Jón vaks upp 20-30 árin", í samband við altjóða barnaárið 1979 gav hon út "Barnaár 1979", sama ár kom "Brún og brá", og í sambandi við Norðurlendska málárið 1980-1981 gav hon undir heitinum "Strev í málrøkt" út greinasavn við viðmerkingum til føroyskt mál, mállæru og málrøkt.