Minni Bakkafrost, meira Føroyar!

Í nøkur ár hevur lokalsamfelagið í Hvannasundi, Norðdepli og har um leiðir arbeitt við eini ætlan um at gera eitt felagshús til kappróðurin, motorsavnið, umframt at vera ein miðdepil fyri sunnum og virknu lívi. Ætlanin hevur verið ígjøgnum danska “Lokal- og Anlægsfonden” grunnin, sum umframt at lata stuðul, hevur brúkt nógva tíð saman við borgarunum í lokaløkinum at útvikla konseptið at kunna hýsa flest møguligum aktivitetum. Kappróðurin og motorsavnið fáa eitt pláss, dipparar fáa sauna og brúsu, bygdafólk og vitjandi fáa eitt stað, har alskyns aktivitetir fara at vera. Undirtøkan hevur verið góð, og samstarvið fer út um kommunumørk.

 

Tí er tað fyri øll involverað púra óhugsandi, at størsti arbeiðsgevarin í økinum eisini kom við til hesa frálíku og væl fyrireikaðu ætlan. Men so var ikki.

 

Hvannasund er eitt serstakliga gott øki til aling; sterkur streymur tryggjar, at sjógvútskiftingin er góð. Tí er tað einki undarligt, at lívfrøðiligu umstøðurnar eru sera góðar. Bakkafrost hevur nú í fleiri áratíggju sitið á trimum aliloyvum, nevniliga A21, A11 sunnanfyri sundið og A73 norðanfyri. Hóast Bakkafrost velur at blanda økini saman í sínum rapportum, er tað alment kent, at krumtappurin í føstu inntøkunum hjá Bakkafrost eru hesi loyvi. Vit tosa um omanfyri 40 aliringar, hvør við hálvari millión kg av livandi vekt. Soleiðis kann Bakkafrost selja fyri meira enn hálva aðru milliard krónur av laksi – og gullgásin verpir, tí tað verður sett út av nýggjum hvørt ár. Men tað eru ikki bara lívfrøðiligu umstøðurnar, sum eru serstakliga góðar; eisini eru starvsfólkini í absolutt heimsklassa. Dag og nátt, í øllum veðri, hava hesir serakønu alirøktarar syrgt fyri, at uppgávurnar verða loystar til lítar. Her er óvanliga stór vitan, skrivað og óskrivað, sum flytur seg millum starvsfólkini. Hetta er rúgvumikil menniskjaligur kapitalur. Meira enn á Applecross hevði eg pástaði.

 

Tað er ein ávísur lokalur stoltleiki í hesum, og ein skuldi trúð, at góðvild strekti seg yvir til lokalsamfelagið. Men so er ikki; handan successina og stóru transaktiónirnar er Bakkafrost ein hyperkapitaliserað fyritøka, sum bara tænir íleggjarunum ígjøgnum roknskapir og frágreiðingar fyri at upphevja seg sjálva við øllum trendum, sum nú einaferð eru uppi í tíðini, veri tað lívfrøðilig burðardygd, grønt orkuskifti, javnstøða ella annað.

 

Bakkafrost er ein hópframleiðari, sum ger risastór inntriv í náttúruna; allir firðir í Føroyum eru upptiknir, og tað er bláoygt at hugsa, at tað ikki hevur ávirkan á rundliggjandi náttúru og djóralív. Hópídnaður leggur nógv eftir sær av bygningum og tilfari; risastórar mongdir av kemiskum evnum verða brúktar til lús, at koyra í fróður og annað.

 

Tað er vælkent, at Bakkafrost í HR-kanningum hevur vánalig ummæli eystan Múla, serliga í mun til, hvussu nøgd starvsfólkini eru við tað, sum Bakkafrost ger fyri lokalsamfelagið. Mátin at handfara tað uppá er at fara pronto norður at konfrontera starvsfólkini heldur enn at lurta eftir grundgevingunum. So tað kemur ikki sum eitt yvirraskilsi, at nøgdsemið er út av lagi vánaligt.

 

Um man ikki vil stuðla, so kann man vera fólkaligur og pent bjóða seg undan. Tó velur stjórin sjálvur av sínum eintingum at úttrykkjuliga at sína neiligu hugsan mótvegis kommununi. So vanvirðiligt og ófólkaligt.

 

Tann illviljin, man hevði merkt – men ikki viljað trúð – er nú persónliga útryktur.

 

Harra løgmaður, sum Norðdepilsmaður veit tú, hvørja ávirkan eitt slíkt felagsprojekt hevur fyri okkara lokalsamfelag. Tú veit, at vit hava drigist við ungdóm, sum missir seg burtur, tí at einki er at fara til. Tað kennist so skammiligt at skula byggja uttan Bakkafrost, sum fyllir so nógv í lokalsamfelagnum. Harra løgmaður, tað er ótolandi at liva undir einum harramentaliteti úr skrivstovuni í Glyvrum, har øll skulu dansa runt um ein tvísintan milliónara. Vit mugu tosa meira um hendan fólkaræðisliga trupulleikan.

 

Tað er sjónligt, at Bakkafrost er ein global fyritøka, sum eksisterar fyri at tæna sínum íleggjarum einans. Tað, sum verður lagt eftir, er tað, sum er fyriskrivað í lógini og strategiskum frágreiðingum.

 

Vit mugu passa upp á, at vit ikki missa Føroyar; vit eru familjur og lokalsamfeløg, sum veruliga leggja í, hvat hendir rundan um okkum. Vit vita væl, at alivinnan er okkara livibreyð og bulurin undir búskapinum, men samstundis mugu vit vera varug við, hvørja ávirkan tað hevur. Men pengar eru ikki alt. Tað er eingin vanlukka, um vit fáa terminerað A21 og A11, soleiðis at onnur, sum vilja lyfta saman við okkum, kunnu koma framat.

 

Hjalmar Zachariassen