Minni strongd á arbeiðsmarknaðinum

Magistara Felag Føroya hevur trý tilmæli

Stongd er ein vaksandi samfelagsavbjóðing, og regluliga hoyra vit um úrslit av kanningum, sum vísa á stórar upphæddir av peningi, ið verður burturspiltur, og um fólk, ið verða illa fyri av fylgisjúkum av strongd í longri tíðarskeið. Summi doyggja enntá av hesum fylgisjúkum.

 

Les eisini: Hvat er strongd? 

 

Magistara Felag Føroya vísir á, at fyri at basa strongd á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so er tørvur er á einum sterkum inntrivi, og tí arbeiðir felagið nú við eini hugskotsskrá í samstarv við Suna Poulsen, sálarfrøðing. Endamálið er at varpa ljós á stóru avbjóðingina, sum strongd er, og at koma við tilmæli um, hvussu arbeitt verður við trupulleikanum í føroyskum høpi.

 

 

Í Danmark bjóða kommunurnar sera ymisk tilboð til tey strongdraktu. Hetta er alt frá mindfulness til kostráðgeving. Man veit, at nøkur av hesum tiboðum virka væl, ímeðan onnur hava víst seg minni dugnagóð. Niðri hevur man eisini gjørt ymisk onnur inntriv fyri at basa strongd. Millum annað verða leiðarar sendir á skeið, og umboðsfólk á arbeiðsplássinum gera metingar av arbeiðsumhvørvinum, sonevndar ”arbejdspladsvurderinger”. Royndirnar frá hesum eru, at tílík tiltøk ikki nóg góð til at gera nakað avgerandi fyri at basa strongd. Í Føroyum eru vit ikki komin so langt enn. Her heima er einki samlað alment tilboð til persónar, ið koma illa fyri av strongd, og vit hava ikki nakra samlaða yvirskipaða stýring av, hvussu vit miðvíst arbeiða fyri at basa strongd. Suni Poulsen heldur, at fyrimunurin við at vera aftanfyri millum annað Danmark er, at vit kunna læra av royndum teirra har.

 

 

– Tað vísir seg, at smá inntriv aloftast ikki hjálpa. Tað sum skal til eru stór og týðilig átøk. Eitt konsept, sum hevur víst seg sera effektivt, inniheldur trý sentral prinsip, sigur sálarfrøðingurin.

 

 

–Fyri at basa strongd skalt tú hava sentrala stýring og finna útav, hvar strongdin er, og hvat skal gerast við strongd, og upplagt hevði verið um ein slík funktión lá í fíggjarmálaráðnum, sigur hann.

 

 

Bæði Suni Poulsen og Magistara Felag Føroya mæla til, at almenn arbeiðspláss javnan gera trivnaðarkanningar. Tær eru eitt gott amboð, tí við teimum sært tú eina stóra mynd av trivnaðinum á arbeiðsplássinum, og harvið eisini um fólk eru strongd.

 

 

Páll Nolsøe, nevndarlimur í Magistara Felag Føroya, heldur, at ein slík trivnaðarkanning er eitt gott amboð hjá leiðarum at brúka, tí við kanningunum kann leiðarin tryggja sær, at fólkið trívist, og fáa innlit í hvørjar broytingar eiga at verða framdar. Er ein skabelón tøk til allar arbeiðsgevarar at brúka, so er ómakaleyst at gera árligar trivnaðarkanningar, sum skjótt og lætt kunnu gerast á teldli ella fartelefon.

 

 

–Hetta kundi verði samskipað á ein hátt, so at øll almenn arbeiðspláss gjørdu slíkar trivnaðarkanningar, leggur Suni Poulsen afturat.

 

–Hetta er eitt gott amboð, sum onkursvegna tryggjar samskifti millum starvsfólkið og leiðsluna. Við kanningini verður lættari at síggja, hvørjir trupulleikarnir eru, og lættari verður at seta inn aftana. Skal einstaki stjórin sjálvur leita eftir eini trivnaðarkanning, so verður tað møðsamt, tí hevði tað verið frálíkt, um ein liðug gjørd kanning varð tøk, staðfestir Páll Nolsøe.

 

 

Tað er torført at staðfesta, at talan er um strongd, tá fólk verða sjúk av strongd, tí sjúkueyðkennini koma til sjóndar á ymsikar háttir. Summi fáa heilivág frá læknanum, so tey fáa sovið, og síðani fara tey til arbeiðis aftur í sama arbeiðsumhvørvi, sum gjørdi tey sjúk. Onnur verða sjúkrameldaði og fara heim í eina tíð. Hetta eru ikki langtíðarloysnir ella optimal viðgerð, heldur Suni Poulsen. Hóast vit hava vitan um, hvussu optimal viðgerð verður framd, so er hon nú bert tøk hjá teimum, sum hava møguleika at rinda fyri hana.

 

 

Umframt sentrala stýring og trivnaðarkanningar, so mælir Magistara Felag Føroya til, at ein sokallað stressklinikk - ið er samskipað arbeiði ímóti strongd -  verður sett á stovn, sum skal hava til endamáls at bjóða optimala viðgerð til øll, ið verða rakt av strongd.

 

 

Í Danmark hava tey stressklinikkir á sjúkrahúsum, og kommunulæknar hava møguleika at ávísa til ókeypis viðgerð hjá sálarfrøðingi.

 

 

Um tað í Føroyum er skilabest at savna allan serkunnleikan á einum stað, ella um tað er betri at samskipa núverandi tilboð og serkunnleika betur er enn óvíst, og tað arbeiðir Magistara Felag Føroya víðari við.