Minni undirtøka í lágstættarbólkum

Sosial viðurskifti ávirka hugburðin til eitt valdømi. Fólk við styttri útbúgving og lægri løn eru minni eldhugað fyri einum valdømi, enn tey við langari útbúgving og hægri løn

Undirtøkan fyri einum valdømi er minni millum fólk við stuttari útbúgving og lítlari løn. Harumframt eru fólk í framleiðsluvinnuni eisini meira neilig í mun til eitt valdømi enn fólk innan tænastu, undirvísing og handil. Hetta vísir kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialurin, har fólk vórðu spurd um tey eru fyri ella ímóti einum valdømi.


Útbúgving ger mun

73 prosent av teimum, sum hava langa útbúgving (4-5 ár eftir miðnám) seg vera fyri, og 100 prosent av teimum við enn longri útbúgving eru fyri. Bert í bólkinum við grundskúla er undirtøkan niðanfyri 50 prosent, nevniliga 41 prosent, meðan 30 prosent eru ímóti. Men í hesum bólki eru eisini flest sum siga seg ivast í spurninginum, nevniliga heili 30 prosent.


Munur á vinnugreinum

Hóast meirilutin eisini er fyri millum fólk í framleiðsluvinnuni, so er undirtøkan minni í hesum vinnubólkum.

Kanningin vísir eisini, at mótstøðan er størst millum tey vinnuligt óvirknu. Her eigur fyrivarni at verða tikið fyri, at tey vinnuligt óvirknu fevna um bólkarnar arbeiðsleys, heimagangandi, lesandi, lærlingar og pensionistar. Sum kunnugt er arbeiðsloysið í landinum metlágt í løtuni, umframt at talið av lesandi í Føroyum eisini er sera lágt, í mun til fólkatalið. Sostatt er sannlíkt, at bólkurin av vinnuliga óvirknum er somikið lítil, at hann ikki kann metast at vera umboðandi, tíansheldur álítandi í einari slíkari kanning.


Polarisering av fólkinum

Ein sannroynd er tað, at fólk í miðstaðarøkinum eisini eru tey við hægri útbúgvingum og lønum, og at tey í størri mun starvast innan tænastu og handil av ymsum slag. Hetta samsvarar væl við, at tess nærri fólk eru at miðstaðarøkinum, tess størri er undirtøkan, sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár. So polariseringin í fólkinum fevnir ikki einans um landafrøðilig atlit, men eisini um sosial atlit.




--


Kassi:


Aðrar niðurstøður av kanningin, sum Gallup gjørdi fyri Sosialin


56 prosent av føroyingum siga ja til eitt valdømi


Mótstøðan er størst í Suðuroy og Sandoy


Tess nærri tilknýti til miðstaðarøkið, tess størri undirtøka


Størst undirtøka er millum veljarar Tjóðveldisfloksins


Minst undirtøka er millum veljarar Miðfloksins


Undirtøkan er minst millum tey 18-24 ára gomlu


Undirtøkan er størst millum tey 40–47 ára gomlu.


Undirtøkan er eitt vet størri millum menn enn kvinnur


Fleiri kvinnur enn menn hava ikki tikið støðu enn


Láglønarbólkar eru mest ímóti enn hægri lønarbólkar


Hægri útbúgving fólk hava, størri er undirtøkan


Fólk í traditionellum stórbýarvinnum eru jaligari


Fólk í traditionellum útjaðarastørvum eru neiligari


Undirtøkan er minni millum óvirkin í vinnuni


--