Klaksvík: Komandi minnilutin í Klaksvíkar býráði ger nú enn eina roynd at sleppa upp í part í leiðsluni av kommununi.
Týsdagin sendi Eyðgunn Samuelsen, sum umboðar Javnaðarflokkin, vegna sín flokk, Sjálvstýrisflokkin og Sambandsflokkin, bræv til Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, sum hava skipað meiriluta. Í brævinum mælir hon til at skipa eina breiða samgongu millum allar flokkarnar.
Men tað er ikki líkt til, at flokkarnir í júst skipaða meirilutanum eru sinnaðir fyri hesum møguleika.
Nýggjur meiriluti
Eftir kommunuvalið í síðstu viku fór meirilutin seinastu fýra árini undir at samráðast um framhaldandi samstarv, men tey samdust ikki. Eftir hesa roynd funnu Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin saman, og flokkarnir eru samdir um at skipa meiriluta næstu fýra árini. Steinbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum skal halda fram sum borgarstjóri, meðan Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum verður nýggjur varaborgarstjóri.
Nýggja samstarvið merkir, at Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum hava verið inni í hitanum seinastu fýra árini, enda í minnilutan, og tað sama ger Sambandsflokkurin.
Royna at sleppa uppí
Men tað hóvar ikki teimum trimum flokkunum í komandi minnilutanum.
Fyrst heittu flokkarnir á Fólkaflokkin um at samráðast við teir um eina samgongu heldur enn við Tjóðveldsiflokkin, men Fólkaflokkurin svaraði, at flokkurin helt seg til avtaluna við Tjóðveldisflokkin.
Nú heita minnilutaflokkarnir á hinar báðar flokkarnar um at skipa eina breiða samgongu, men tað verður neyvan veruleiki.
Avvísa møguleikan
Bæði Steinbjørn Jacobsen og Jákup Mikkelsen siga, at teir hava gjørt eina avtalu um samgongu, sum teir ætla at halda.
? Vit hava longu svarað Javnaðarflokkinum einaferð, at vit halda avtaluna við Tjóðveldisflokkin, og tey fáa sama svar til nýggju áheitanina, sigur Jákup Mikkelsen.
Borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen heldur seg eisini til avtaluna, sum hann longu hevur gjørt.
? Eg ælti mær á ongan hátt at bróta avtaluna við Fólkaflokkin, og tí verður hetta breiða samstarvið neyvan veruleiki hesaferð, sigur hann.