Minningarhald teirra sjólátnu á Syðradali, Kalsoy!

Fríggjadagin 1. november klokkan 13:30

Minningarhaldið
Hetta er 13. ferð, at minningarhald verður hildið á Syðradali. Tað var soleiðis, at í seinna helmingi av nítiárunum varð nevnd sett at fyrireika minnisvarða til teirra, ið vóru farin av vanlukkuorsøkum gjøgnum tíðirnar. 30 nøvn eru á varðanum. Tað er ”Minnisgrunnur Andreas Eliasens”, ið er upprunin til átakið.
Um aldarmótið ár 2000 var minn­is­varðin liðugur, og varð hann settur oman fyri vegin beint norðan­vert Gjónna. Árni Ziska av Strondum evnaði varðan til. Vígslan fór fram leygardagin hin 08. juli í fagrasta veðri. Hans J. Joensen, biskupur framdi vígsluna. Ongantíð hevur so nógv fólk verið savnað á Syðradali hvørki áður ella síðani. Meira enn eitt túsund fólk vóru hjástødd undir vígsluni henda dagin.
Skráin var rættiliga fjølbroytt og drúgv við røðum og sangi, men veðrið var so avbera gott, at tað sakaði einki, hóast haldið tók einar 2 tímar. Aftaná fóru fólk í tey ymsu húsini at práta og fáa sær ein bita. Flestu av teimum 13 húsunum á Syðradali vóru opin, har øll vóru vælkomin at fara innar.

Eitt sindur um bátsvan­lukk­una fyri 50 áru­m síðani, hin 23. septembur 1963
Septembur mánaður er ikki altíð so góður sum í ár, og haldi meg minnast, at júst í 1963 var illsligt, ruskut og umleypandi veður í døg­unum, sum farnir vóru av mán­aði­num, men sunnukvøldið hin 22. sept. kom hann av eystri við rættiliga góðum veðri. Henda ætin er ikki ring um okkara leiðir, t.d. er vanliga stilli í Klaksvík, og tað man vera lítið øðrvísi á Syðradali.
Teir, Dánjal har Uppi (67 ár) í Hoygarðinum, Jóan Símun (29 ár), sonur Dánjals og Henry (31 ár), úr grannahúsinum gjørdu av at fara til útróðrar sunnukvøldið hin 22. sept. um kl. tíggju/ellivu við báti teirra, ”Kalli”, sum var eitt heldur lítið 6 – mannafar. Kristian, faðir Henry, strongdi nógv á at fara við í staðin fyri sonin, men hesin helt avgjørdur, at hann átti at fara, meðan pápin heldur skuldi stinga fliður í fjøruni dagin eftir, meðan teir vóru á útróðri. Endin var so, at Kristian eftirlíkaði at vera heima henda túrin. Vanligt var at seta 4 línur, har hvør var 12 stykki, men okkurt bendir á, at teir møguliga høvdu ikki meira enn 3 línur henda dagin. Eitt stykki er 60 favnar, so lín­urnar hava verið langar, og minnist eg eisini sjálvur, hvussu drúgt tað var at rekja eina slíka, serliga, um fløkjur vóru uppií, so tað mundi taka í minsta lagi einar 2 tímar at rekja eina línu.
– Tá ein skuldi fara til útróðrar av Syðradali, so var fyrsta takið at sigla til Klaksvíkar at keypa agn á Stongunum, men hesaferð var tað soleiðis, at teir høvdu nakrar línur standandi egndar í frystirúmi í Klaksvik.
Frostvirkið var beint oman fyri hand­ilshúsini, ið vóru niðri við træ­brúgvarnar. Sostatt var ikki neyðugt at egna, áðrenn teir skuldu fara, og hetta man vera orsøkin til, at allir tríggir komu við bátinum til Klaksvíkar og so haðani beina leið til útróðrar.
Tveir bátar úr Klaksvík og ein kunoyarbátur gjørdu eisini klárt at fara norðureftir hetta kvøldið og út á náttina. Sama gjørdi Guttabáturin úr Oyndarfirði.
Grettir: Óli Lydersen og Jákup Eli Steffensen.
Klakkur: Jaspur Klakkstein, Olaf Sigurðsson og Kristoffur Klakkstein.
Kunoyarbátur: Heini Heinesen, Hans Jakki Heinesen og Richard Heinesen.
Guttabáturin úr Oyndarfirði: John -, Sigurð – og møguliga Elibert Joensen.

Syðradalsmenninir prátaðu við mann­ingina á Klakki (10-manna­far), meðan hesir sótu og egndu á Stong­unum onkustaðni. Òli Lyd­ersen helt seg minnast, at syðra­dals­menninir fingu drekkamunn frá vágsmonnunum. Dánjal, ið ann­ars vanliga ikki segði so nógv, var prátingarsamur og í sera góð­um lag hesa løtuna. Hann var eisini umborð í Klakki og hugdi at ”lugarinum”, sum hann var óføra hugtikin av. Vágsmenninir høvdu lokað framskutin á báti teirra inni (gjørt hvalabak), so tað bar til at leggja seg fram undir at sova á leiðini til útróðrar, meðan ein maður stýrdi. Hetta hevur verið seint sunnukvøldið ella um miðnáttarleitið. Annars var tað sjóvarfallið, ið ráddi fyri, nær best var at fara. Sostatt er ”Kallur” farin til útróðrar um midnáttina hetta kvøldið. Veðrið var um tað mundið sera gott.
”Grettir” (8-mannafar) fór og setti 4 línur norður úr Kallinum. Ættin var eystaneftir, men hann kom av vestri, áðrenn teir vóru lidnir at draga. ”Grettir” var aftur í Klaksvik út á seinnapartin. Tá komu Frits Olsen, ið var svágur Henry, og Ovi Sólheyg á støð og søgdu frá, at tey vóru bangin um ”Kall”, sum ikki var afturkomin til ætlaðu tíðina, ið var um middagsleitið.
”Klakkur” (10-mannafar) fór suð­ureftir um 2 – 3 – tíðina mána­nátt­ina, men vendi aftur vegna ov nógvan vind lágt.
Kunoyarbáturin sigldi u.l. hálv­an tíma úr Kallinum, men vendi aftur, av tí at hann trilkaði vindin og setti í staðin línu í Lúnuni, sum er í Kalsoyarfirði á leiðini eystan fyri Djúpadal og Trøllanes. Teir sóu ongantíð syðradalsbátin, av tí at hesin fór eitt sjóvarfall fyrr enn kunoyarbáturin gjørdi, og hann var eisini staddur longur vesturi.
”Kallur” setti línurnar norðuri í Djúpini (fyri vestan Kalsoy) um náttina, men teir drógu ikki allar línurnar aftur, av tí at ein – ella partur av einari stóð eftir og varð funnin undir leitingini. Teir hava helst hildið, at báturin var vorðin ov tungur av veiðuni.
Teir á Guttabátinum úr Oyndar­firði tosaðu við manningina á ”Kalli”, meðan hesir leitaðu eftir ein­um kíki, ið helst var undirfarin eina løtu av rákinum. Seinni, tíðliga seinnapartin, sóu oyndfirðingarnir ”Kall” fara til hús. Hann sigldu suður­eftir fram við Kalsoynni. Tað er Hentze Klein Joensen (64 ár), ið hevur greitt mær frá. Hann lá á Klaksvíkar Sjúkrahúsi saman við Obert Danielsen henda lagnudagin. John og Sigurð vóru pápabeiggjar Hentze. Einar Joensen (87 ár) hevur greitt honum frá hesum.
Oyndfirðingarnir eru sostatt teir seinastu, ið hava talað við syðra­dals­menninar á hesi lagnutungu ferð. ”Kallur” hevði fingið heilt góða veiðu á línunum, íð drignar vóru tann morgunin, so báturin má hava verið tungur.

Leitingin
Av serligari orsøk fóru fólk heima á Syðradali rættiliga tíðliga henda mánadagin at vera óttafull um ”Kall”, tí longu um miðdagsleitið byrjaðu teir at reika fyri leiting, hóast báturin í fyrsta lagi kundi væntast aftur um 11-tíðina f.p. ella eitt sindur seinni, sum nevnt áður.. Veðrið var eisini framvegis gott, men Kristian, pápi Henry, hevur verið fyri onkrum løgnum niðri í fjøruni henda morgunin, meðan hann stakk fliður, har hann hevði stoytt fulla byttu av fliðum burtur fyri síðan at fara niðan til hús við tómari spann, og fyrsta hann helt fyri var: ”Hetta verður ein ræðuligur dagur”, men sjálvandi royndu tey at ugga seg við, at so illa mundi dagurin ikki fara at roynast, hóast alt. Solveig, unnustan hjá Henry, iðraði seg seinni um, at hon ikki hevði spurt Kristian, hvat tað var, ið honum hevði verið fyri niðri í fjøruni, meðan hann stakk fliður, men sorgin var so ræðulig og tyngjandi í tíðini aftaná, at hetta og mangt annað fór so at siga aftur við borðinum. Vindurin vaks heldur ikki fyrr enn um kvøldið, tá rættiligt illveður kom lágt. Farið var at leita við førum úr Klaksvík. Vaktarskipið ”Veðrurin” leitaði ytri á norðuri í Djúpini, meðan hini skipini leitaðu í Djúpini og Leirvíksfirði. Summi kannaðu fram við landi allastaðni, men eingin bátur varð funnin. Tað var ”Tórshavn Radio”, ið stílaði fyri leitingini.
Nógv varð leitað: ”Nevið Reyða”, har Hans Andrias Jacobsen, Es­mund­ur Jacobsen, Magnus Jacob­sen, Ísakur Poulsen og Hjalmar Joensen vóru við, fór á Leirvíksfjørð og funnu lutir av ”Kalli” á leið har, sum Líðarmunnin er: Tveir kíkar og tveir línuleypar. Petur Juul Jacob­sen passaði telefonstøðina á Syðradali, sum vera man.
”Nevið Reyða” leitaði alla náttina og dagin eftir við. ”Háenni” var somuleiðis við í leitingini, og mundi Frits Olsen, svágur Henry, vera við hesum bátinum. Teir á ”Kalli” kunnu hava havt 6 kíkar við.
Leirvíksbáturin ”Sigatindur” sá ein – ella tveir kíkar leirvíksmegin í fjørðinum, men undraðist bara á, at onkur hevði sett línu har. Ann­ars leitaðu: ”Havnatindur”, ”Solo” og ”Stella Maria” eisini. Hans Daniel­sen, bróðir Henry, og Jógvan Vilhelm­sen svágur vóru við ”Stellu Mariu” undir leitingini, men alt gjørdi tað sama. Hvørki menn ella bátur komu aftur, og sum tíðin leið gjørdist greitt, at tað ringasta onkursvegna var hent, men hvat og hvar visti eingin. Hetta var dyggur – og lemjandi smeitur fyri familjur teirra har Uppi í Hoygarðinum og fyri Syðradal sum heild.
Brøðurnir, Kristian - og Dánjal Danielsen (hesin seinni gekk burtur við Kalli) høvdu gjørt sær sambygd hús ovast í bygdini. Hetta var í 1925/26. Teir giftust ávikavíst við Andreu og Sofíu, ið vóru systrar úr Leirvík.
Henry og Jóan Símun vóru tí tvífalt systkinabørn. Jóan Símun giftist við Elsu uttan av Saltnesi, og høvdu tey fingið son 4 mánaðar undan vanlukkuni. Jóan Símun og Elsa vóru gift í 14 mánaðar. Sonur teirra fekk navnið Edmund. Kendi fótbóltsleikarin, Jóan Símun Edmundsson er kallaður upp eftir abbanum. Henry hevði fingið sær unnustu, Solveig úr Skúvoy. Tey høvdu ætlanir um at fara saman í hjúnarlag í næstu framtíð, og var vermóðirin komin norður í hesum sambandi. Ætlan teirra var eisini at vera búgvandi á Syðradali. Elsa er bróðirdóttir Petur Juul Jacobsen á Syðradali. Hon hevði áður mist pápa, - farbróðir - og abba sín við ”Morning Star” í 1941. Tá var hon 2 ára gomul.
Árini aftaná 1963 minkaði fólka­talið á Syðradali nógv vegna flyting, og man henda vanlukkan við ”Kalli” vera ein avgerandi orsøk til, at bygdin í dag er so fáment, sum hon er.

Minningarhaldið
Minningarhaldið var longu sunnu­dagin eftir vanlukkuna í Húsa Kirkju, har Thomas Jacobsen, prest­ur og Henry Andreasen, trúboðari stóðu fyri guðstænastuni. Sera nógv fólk vóru í kirkju, sum vera man í slíkum føri. Jóhan Nielsen, sóknarprestur var burturstaddur í fólkatinginum um hetta mundið.

Lutir av ”Kalli”
Nakað langt (u.l. 1,5 km) fyri sunnan Blankskála bygd eru nakrir tangar, ið stinga rættiliga langt út í sjógvin. Millum tangarnar eru smalar víkar við malargróti innast. Fleiri ár seinni í 1974 vóru lutir, stevnustykki við skrúvuútgerðini, av ”Kalli” funn­in
í fjøruni við ”Stóratanga”. Tað vóru Alfons Sigurðsson og Obert Danielsen, ið funnu hesar lutirnar aftaná, at leirvíkingar høvdu gjørt vart við teir..
Nøkur ár seinni í 1977 funnu Kristin – og Marius Vilhelmsen fleiri aðrir lutir á sama stað: Smyrji­koppar, knívar, 2 koparrør við feitt­press­um, ein áragaffil og kumpas­dósina.
Í 1985 funnu Bjørn Kalsø, Jóann­es Joensen í Miðstovuni og Eirikur Jónsson motorin um somu leið, sum hinir lutirnir lógu.
Tað eru bert gitingar, ið ein møgu­liga kann gera viðvíkjandi hesum lutunum úr maskinbátinum, ið komu til sjóndar so mong ár aftaná fleiri fjórðingar frá teirri leiðini norðuri í Djúpini, har teir á ”Kalli” settu línu, men lutirnir kunnu sjálvandi vera skolaðir inn og út fleiri ferðir, áðrenn nakar varnaðist teir. Tað er ikki so ofta, at fólk er um hesar leiðir uttan í sam­bandi við fjallgongu, og tá er ikki vanligt at hyggja nógv í fjøruna.

Samanumtøka
Nú fimmti ár aftan á hesa sera syrgi­ligu vanlukkuna, kunnu so mangir spurningar renna fram fyri ein, og hjá familjuni, Solveig og Elsu fór ein heilur heimur í knús, ið hesi fólkini ikki kunnu koma yvir, hóast tey sjálvandi so við og við hava megnað at reist seg aftur og onkursvegna lært seg at liva við hesum sera ógvisligu hendingunum, sum hava farið á botn í sálardýpi teirra. Tað ber als ikki til at ímynda sær, hvussu ringt hetta hevur verið at komið ígjøgnum uttan varandi beiskleika. Fleiri av teimum eru í dag farin í Harrans hendur, men vit, ið enn eru uppi á døgum, hava bert gott at minnast aftur á sera røsku og skilagóðu sjómenninar Dánjal, Jóan Símun, Henry og annars øll fólkini ”Uppi í Hoygarðinum”.
......
Asbjørn Lómaklett