Minningarorð um floksfelagar okkara

Heidi Elisu Joensen og Margrethu Haraldsdóttir Jensen.

Summarið 2009 kemur at standa eftir í minni okkara, sum nakað vit ongantíð høvdu ímyndað okkum kundi henda. Vit høvdu glett okkum til summarið, at fáa frí frá gerandisdegnum og ikki minst til, at vit skuldu møtast aftur, nú 5 ár vóru liðin, síðan vit fingu húgvuna. Vit høvdu í longri tíð lagt ætlanir um eina veitslu, og gleddu okkum til at síggjast og frætta hvussu gekst og hvat fólk tókust við.


Summarið byrjaði tó við syrgiligu boðunum um, at floksfelagi okkara Heidi var tikin frá okkum, 18. juni, alt ov tíðliga. Hetta var so óveruligt, og torført at skilja, at ein ung genta, við mót uppá lívið og sum tordi at fylgja dreymum sínum, so brádliga var farin.


Og púra óskiljandi var tað aftur 2. aug. tá vit fingu boðini um, at enn einaferð var ein floksfelagi okkara farin. Tungu boðini um at Margretha heldur ikki var ímillum okkum longur, vóru næstan ikki til at bera. Hon var altíð so glað og hevði nógvar ætlanir fyri framtíðina hjá sær og sínum.


Torført er at seta orð á tær kenslur og tankar, ið komu, nú vit tvær ferðir hetta summarið fingu ófrættaboð. Tað kennist ógvuliga skelkandi, at missa tveir floksfelagar so stutt eftir at vit saman gleddust sum pisur. Glað og fróð, spent uppá lívsins avbjóðingar og klár at royna flogið.


Summarið er farið at halla og vit kunnu bara taka minnini við okkum. Allar tær góðu løturnar vit høvdu saman í Hoydølum, námsferðir uttanlands og heima, og veitslurnar vit høvdu saman. Vit sakna tykkum, við tykkara lætta og róliga lyndi. Báðar tvær fyrikomandi og smílandi. Eins og vit, klárar at taka næsta stigið á lívsleiðini.


Spyrjandi sita vit eftir og undrast yvir hvussu henda summarfrítíðin, vit við gleði høvdu sæð fram til, kundi venda soleiðis. Tað tykist so órættvíst, at tit skulu verða tiknar frá okkum øllum so tíðliga. At tit ikki sleppa at útliva tykkara ætlanir og dreymar. Og at tit ikki sleppa at taka næsta stigið á lívsleið tykkara, saman við teimum tit vóru so góðar við og sum vóru so góð við tykkum.



Vit vilja hervið nýta høvið at vísa samkenslu við teimum sum eftir sita, og lýsa frið yvir minnið um Heidi og Margrethu.


Heilsan 01. z í Hoydølum.