Minningarorð um Hans Dávid Petersen

f. 19.12.1981 - d. 12.11.2005

12. novembur 2005 skuldi vera ein fagnaðardagur, tí henda dag skuldu vit báðir í brúdleyp hjá eini góðari vinkonu. Vit báðir Hans Dávid og eg høvdu gjørt av, at vit skuldu fylgjast í brúdleyp.


So seint sum náttina til 12. november ringdi hann til mín, og vit avtalaðu, at eg skuldi vakja hann kl. 14.00 dagin eftir. Hans Dávid var í góðum lag, tá eg tosaði við hann hesa náttina, og alt var so stuttligt og deiligt, men hvør skuldi vita, at hetta var tann seinasta samrøða, ið var okkara millum.


Dagin eftir ringi eg fyri at vakja hann, men har var einki svar, og eftir at eg ikki hevði fingið fatur á honum, fór eg heim til hansara. Hann var ikki komin heim hesa náttina, og hetta var sera óvanligt. Leiting varð sett í gongd og sunnumorgun 13. november kl. 11.20 fekk eg boðini, at hann var funnin druknaður á vágni í Klaksvík. Hesi boðini vóru tey tyngstu boð, eg nakrantíð í lívinum havi fingið.


Hans Dávid var sera friðarligur persónur og segði sjálvdan meir, enn neyðugt var. Hann var sera hjálpsamur, og tá brúk var fyri honum, var hann altíð til reiðar. Eftir at Hans Dávid var farin, hevði ein vinur á lofti, at Hans Dávid hevði verið meir fyri foreldrini hjá sær, enn hvat vit allir vinmenn hansara høvdu veri til samans fyri foreldur okkara, og hetta vóru sannleiks orð. Serliga var hann pápa sínum hjálpsamur í tí dagliga, har teir høvdu sína yrkisleið saman umborð á Vátakletti. Hann var sera skjótur í verki og gjørdi einki hóvasták burturúr.


Hans Dávid og eg høvdu manga góða løtu saman á fótbóltsvøllinum, har hann var tann dugnaligasti í bygdini. Hetta var kanska ikki so løgið, tí honum dámdi sera væl henda ítrótt, og frá tí, at hann var smádrongur, brúkti hann nógva tíð á vøllinum. Tá vit ikki sjálvir vóru á vøllum, so sótu vit mangan frammanfyri sjónvarpsskýggjanum og spældu FIFA, og tað dámdi honum ótrúliga væl, tí har var hann líka stinnur sum alla aðrastaðni, og var hann altíð við yvirvág ímóti okkum. Hann hevði eitt serligt skálkasmíl, tá hann hevði vunnið, og eg má siga, at hetta smílið østi okkum av og á, men tá eg hugsi aftur á hesar løtur, vóru tær nakrar av teimum bestu løtum, vit høvdu saman.


Tíðin eftir at Hans Dávid andaðist hevur verið sera hørð fyri okkum, sum standa eftir, serliga fyri familjuna, ið hann var ein so góður stuðul hjá. Sjálvur má eg siga, at tað hevur verið ótrúliga ringt at síggja sannleikan í eyguni, at Hans Dávid, mín besti vinur, ikki er ímillum okkum longur, og nú, tvey ár eftir hann er farin, klári eg at seta orð á mín stóra sakn.


Elsuba, Petur, Sólja, Malena, Jón Heini, Elsuba Malena, Pætur og Jákup, tit hava mist meir, enn eg nakrantíð kann siga her í orðum, og í tykkara svárastu tíð kláraðu tit at vera ein stuðul og troyst hjá vinfólki Hans Dávidar, og hetta eru vit øll í dag í sera takksom fyri. Harrin fylgi tykkum øllum.


Hvíl í friði vinur mín


Ragnar