Týsmorgunin kom Dennis inn til mín og andlit hansara segði mær, at nú var okkurt, ið ikki var gott. – Nú er pápi farin.
Lítið vardi tað meg, góði Jóhannus, at næstseinasta sunnumorgun skuldi vera seinastu ferð, eg skuldi síggja teg. Tú var so birgur og raskur sum tú komst inn eftir gólvinum í Betesda. Og setti teg har, tú altíð sat. Tú var stillur og segði lítið, men var altíð í sving.
Eg havi altíð kent teg. Vit vuksu upp í garðinum. Tú øðrumegin ánna, eg hinumegin. Eg minnist tá tú kom til Gráastein at búgva. Tá komu vit aftur at búgva á sama stað. Góða vinalag okkara varð knýtt enn tættari, nú Jytta og eg komu at hava so nógv saman. Eg sakni hana enn. Hon var ein góður stuðul fyri samkomuna. Hetta serliga tá hon byrjaði kvinnumøtini. Hesi eru í dag vanlig runt land okkara. Hetta skal hon hava stóra tøkk fyri.
Tú var hjálpsamur. Var tað okkurt, vit ikki dugdu, var tú altíð klárur. Og tað sama kann sigast um Jyttu. Tit fingu tykkum summarhús i Danmark, og Jytta vildi hava okkum niður við. Vit høvdu eina sera góða tíð saman við tykkum, og eg minnist, at Jóhannes spældi bólt við børnunum. Harald og Jóhannes diggaðust uttan fyri við ymist, og vit kvinnurnar sólaðu okkum. Tá túrurin var komin ímóti heimferð, helt tú Jóhannes at hetta hevði verið ein fínur túrur. Seinni fingu vit okkum summarhús á Viðareiði. Tá komu tit javnan norður at vitja okkum – tú hevði so nógv minni frá hesi lítlu bygd og greiddi frá minnum frá spæli og skúla.
Einaferð tað nærkaðist mínum føðingardegi, tá hildu Jytta og Jóhannes at tit vistu, hvat tit skuldu geva mær á mínum runda føðingardegi. Tú ringdi eftir okkum at koma út á Skarðhamar, og tú stóð í hurðini og smíltist, tá vit komu og segði: »Nú er gávan klár, Jórun«. Ein fín límtræstrappa, sum tú hevði gjørt, lá klár innanfyri. Vit gloyma aldri, hvussu glað vit vóru um hesa gávu. Og tú kom sjálvur at seta hana upp í Haraldsetovu. Eg vænti ikki, at nakar annar hevur fingið so góða gávu frá vinum sínum sum eg.
Tit vóru ein familja, sum litu alt í Harrans hendur. Góði Jóhannes, saknurin hjá okkum og øllum, sum stóðu tykkum nær, nú tú ikki longur ert okkara millum. Men eitt vita vit og tað er, at tú ert heima hjá tí Harra, sum tú setti títt álit á sum ungur drongur. Eg kundi skrivað nógv um tykkum, men minnini havi eg tó so nógv og góð um tykkum. Saknurin er stórur hjá tykkum Dennis og Peturi og familjum tykkara. Vit hava tó vissuna um, at vit skulu síggjast aftur heima hjá Harranum.
Hvíl í friði.
--------
Heilsan
Jórun