Nú er Jens Reinold farin foldum frá ,bert 64 ára gamal. Kom at kenna Jens Reinold, tá ið systirdótturin og eg komu saman fyri gott 20 árum síðan.
Møtti Jens Reinold eisini á Landingarmiðstøðini á Toftum, tá ið landað var har og annars til familjufestir.
Jens Reinold var ein sera fittur persónur og eitt gott menniskja, hann var altíð sera blíður, tá ið okur komu inn hjá teimun báðum Hanna og honum.
Jens Reinold visti ikki hvussu blíður hann skuldi vera, hann hevði altíð okkurt gott at seta á borðið, køkur og annað góðgæti til børnini, Hanni hann sat og flenti og ordnaði “beiggi gev teimum okkurt gott”.
Tað var altíð sera hugnaligt at koma út at vitja til høgtíðir, og sum prestur og Poul Færø søgdu, at tað var so hugnaligt, at koma innar til teir, reint og ruddiligt, serliga til jólar við øllum jólapyntinum.
Jens Reinold gjørdist sjúkur fyri tíð síðan, og tá ið okur vóru har úti og vitjaðu, sá eg hvussu nógv hann var afturfarin, hann var sjúkur og tað var ikki nakað at takað feil av.
Fyrr í heyst ringdi hann til mín og spurdi um eg kundi koma at hjálpa sær við sjónvarpinum, jú eg leyp avstað, tá ið eg kom inn, tá sá eg, at krabbin hevði fingið fastatøkur á hesum góða menniskja.
Eg var eftir nátungum í ár ,og hann spurdi um teir ikki kundi fáa eitt kók, hann mungaði so nógv eftir einum kóki, jú tað var gamaní, teir fingu eitt kók. Tá sigur Jens Reinold, ”ein havhestaungi er nokk hjá mær til 4 máltíðir”, tá tonkti eg, nú er ikki nógv gott eftir.
Jens Reinold var ikki giftur og átti eingi børn, men hann var sera góður og fittur við okkara børn, og øll børn í familjuni, minnið eftir hann standa sterk.
Tað verður undarligt at koma inn í heimið á Toftum, hvar tann yngsti beiggin ikki er at hitta.
Hanni, Essemi, Meinhard og Poula hava mist ein góðan beiggja og ein góðan vin, tað hava okur øll gjørt.
Jens Reinold visti sjálvur hvønn veg tað bar nú, og vildi bert sleppa foldum frá, hann bað bróðursonin leggja streym í gangin, so at Hanni kundi fáa jólaljós í gangin, so tað kundi vera hyggiligt hjá honum á jólum.
Tá hevur Jens Reinold vita at hansara ”log” snurrar ikki leingið afturat.
Má Harrin styrkja tykkum syskin við maka í hesu sváru tíð, nú tit hava mist ynsgta beiggjan beint undan jólum, bert 64 ára gamal.
Við hesum fáðum orðum fari okur at minnanst Jens Reynhold Olsen.
Súsanna, Eli og døturnar.