Minningarorð um Karl Anton Klein

Tey komu sera óvart á okkum, deyðsboðini um, at Karl Anton var farin. Hóast hann stríddist við heilsuna, so góvu vit okkum ikki far um hetta, tí Karl Anton var so spill livandi og útynti sítt verk við fullum huga og eini megi og ótroyttiligum vilja, sum fáum er unt.
Var vitandi um, at Karl Anton serstakliga hesa seinastu tíðina hugsaði nógv um og hevði ítøki­ligar ætlanir um at betra um møgu­­leikarnar og umstøðurnar hjá teimum ungu tónleikarunum í Havn at venja og framføra tónleik sín. Sjálvur hevði hann lagt lunnar undir og búnað hesar ætlanir í mong ár við at leggja teimum ungu tónleikarunum lag á og venja og spæla saman við teimum. Eg haldi meg ikki siga ov nógv, tá eg sigi, at hetta var tað, sum gav lívinum hjá Karl Anton innihald, eins og teimum ungu sjálvum.
Hann gav sum fáur hesum ungu í Havn íblástur, sum tó ikki bara kom og fór, men sum veruliga festi seg og gav hesum ungu luft undir sínar tónleikaveingir. Hóast hann eisini gjørdi hetta av sínum eintingum, soleiðis var hann bara, so kann man gott siga, at hann eisini mundi síggja tað sum eitt kall og gav tí alt hann átti. Sjálvur hevði hann tann góða hugburð, at tað var betri fyri ungdómin at sleppa at larma í tónleikahølunum enn at ganga og vála úti á gøtuni og har kanska koma »lort« í býin, sum Karl Anton kundi funnið upp á at tikið til, so bersøgin og erligur sum hann var í botn og grund.
Hann var eisini sum ein uppælari fyri tey. Tosaði tey tó ikki bara eftir munn­inum men greiddi teimum frá lívsins álvara og gaman, um at tey ungu máttu eisini sjálvi taka seg saman og vera við til at skapa sær eina framtíð. Hon kom so ikki bara av sær sjálvari, her mátti eisini egin innsatsur til, men eisini samanhald. Hann gav hesum ungu gott í beinið. Líka so fryntligur, sosialur og góðtrúgvin, hann kundi vera, líka so kontantur kundi hann vera í orð og tal, tá hann helt sínar ofta drúgvu men eisini klóku og vælmeinandi mono­­logar.
Hvussu veit eg alt hetta, man onkur spyrja, hvat var sambandi okkara millum! Kom at kenna hann sum eitt av foreldrunum í Havn, sum átti ein son, ið gjørdist partur av tónleikaumhvørvinum hjá Karl Anton í Margarinefabrikkini ella rættari Art, sum var tónleika­fel­agið hjá Karl Anton, ið helt til í bygninginum í Magnus Heina­sonargøtu/Tórsgøtu í Havn.
Sá við egnum eygum, hvussu góða ávirkan Karl Anton hevði á hesi ungu, sum hann stuðlaði. Hann gav seg og sína tíð til at stuðla og menna tey í tónleikinum. Tað var soleiðis, at eg kom at kenna hesa stóru persónligheitina av einum menniskja. Og seinni komu vit eisini at hava tøtt bond, eftir at Sosialurin flutti heim í Vágsbotn, og Miðlahúsið gjørdist veruleiki. Minnist so væl at Karl Anton kom til mín og spurdi, um tað ikki var eitt hugskot at brúka Miðlahúsið til konsertir, eisini við teimum ungu bólkunum, sum vandu hjá sær í grannalagnum. Hetta var eitt frálíkt hugskot, og tað gingu tí ikki nógvir dagar, so hevði Karl Anton, sær sjálvum líkt, sett tað heila og øll í gongd. Hvør skuldi spæla og nær. Sjálvandi skuldi tað vera á flaggdegnum 25. apríl, bert tvær vikur eftir at vit vóru flutt í húsið, og hann kom við ikki færri enn tíggju ungdómum, sum spældu í orkestrinum við tí heldur sjáldsama navninum »Fólka­yvirlitið«. Skilji at hetta var ein av­loysari til hansara egna band »onki kann diskuterast. alt kann«.
Hetta var fyrsta konsertin í Miðla­húsinum, og ikki bert henni kunnu vit takka Karl Anton fyri. Tí hon skuldi ikki blíva tann sein­asta heldur við bólkunum hjá Karl Anton. Síðani hava fleiri aðrir bólkar spælt í Miðlahúsinum eitt nú faviritbólkurin hjá Karl Anton »SIC«. Og seinast Karl Anton var í miðlahúsinum við nøkr­um av sínum bólkum, eitt nú »SIC« og »48Pages« var stutt fyri ólavsøku. Og her var Karl Anton primus motor sum ikki einaferð. Syrgdi sjálvur fyri at fáa plakatir gjørdar og settar upp ymsastaðni í býnum. Alt hetta gjørdi hann, tí hann vildi promovera teir ungu tónleikabólkarnar.
Tað er tí eisini ein dyggur missur fyri Miðlahúsið, at Karl Anton er farin. Tí vit høvdu ætlanir um at brúka hølini til fleiri konsertir til frama fyri ungu tónleikabólkarnar í býnum.
Karl Anton var eisini so nógv annað enn tónleikavenjari og sam­skipari. Hann átti ein góðan penn, sum kundi vera ómetaliga hvassur, og tað var ikki lukkuligt at vera fyri, tá ummælarin Karl Anton fór í blekkhúsið. Hann legði ikki fingrarnar ímillum og gav rís og rós, sum hann helt tað var fortjent. Eisini her hava vit øll mist nakað nú Karl Anton er farin.
Tjóðskaparligur var hann, og kom tað eisini til sjóndar, tá hann helt sínar »røður« í hitarúminum ella hvar tað nú kundi vera. Og hann kundi heldur ikki fjala, at hann átti ein sera vakran sosialan og menniskjansligan hughurð og medvit, sum kom so væl til sjónd­ar í arbeiðinum til frama fyri ung­dómin.
Tað er eitt stórt tómrúm eftir Karl Anton. Sum so oftani tá tú hevur við einarar at gera, tað vil siga fólk, sum er nakað fyri seg, og sum tað oftani bara er eitt eks­emplar av, so kennist missurin og tómleikin uppaftur størri.
Fyri teir ungu, sum vóru partur av tónleikaumhvørvinum hjá Karl Anton, má hesin saknur vera serstakliga stórur. Giti at nógv tár eru runnin, síðani Meistarin so brádliga legði árarnar inn.
Sum eitt av teimum foreldrum, sum eigur son og nógvar vinir, ið høvdu nógvar góðar løtur saman við tí majestetiska og »Zeus­líkn­andi« Karl Anton Klein kann eg bert takka honum fyri ta góða hann legði í beinið hjá okkara børnum. Tað var eisini ein fragd fyri meg at kunna vera við til at skaffa stuðlar til konsertferðirnar, sum Karl Ant­on tók stig til í útlondunum eitt nú Ísland.
Tað er øgiliga tungt at skula siga tær endaliga farvæl Karl Anton, tí tú var so góður við ungdómin og vildi honum so væl. Vil við hesum lýsa frið yvir minni um Karl Anton Klein, eitt minnið, sum fer at liva víðari í nógvum av tí góða sum tú hevur lagt nið­ur í nógv av teimum ungu í tónleikaumhvørvinum í Havn.
Tað er altíð syrgiligt at skula siga einum av okkara endaliga far­væl, og enn meira syrgiligt er tað, tá hann er í bestu árum og hevur halgað mesta av sínum lívi fyri eini so góðari søk sum at vilja stimbra og menna ungdómin í tess egnari stremban eftir at vera eitt við tónleikin.
Við deyða Karl Anton hava so nógv mist. Fyrst og fremst hansara næstu.
Teir ungu tónleikararnir og teirra næstu, men ikki minst hev­ur Tórshavn mist ein góðan borgara, sum royndi at tendra ljós í tí myrkuri, sum tónleikarar hava livað undir. Karl Anton var í sínum treiskni og áhuga fyri tónleiki og teimum ungu at meta sum ein lýs­­andi viti í tí annars fátæksliga tónleikaumhvørvinum fyri tey ungu í høvuðsstaðnum.
Hansara mál var at fáa høvuðs­staðin og harfyri allar Føroyar at skilja týdningin av at útvega teimum ungu tónleikarunum betri umstøður at venja í og at framføra sín tónleik í.
Størsta heiður og besta varða vit kunnu reisa honum er at vera við til at gera henda hansara dreym til veruleika. Eins og Ove vígdi lív sítt til havið og sjógvin, vígdi Karl Anton sítt lív til tónleikin. Báðir vóru tey einarar. Báðir doyðu ungir. Báðir høvdu teir góð mál í lívinum. Ove við at útvega teimum ungu í heimbygini ein svimjihyl, so tey lærdu at svimja, Karl Anton at útvega teimum ungu betri og hóskandi umstøður at venja tón­leik og framføra konsertir, so tey kundu mennast til veruligar tón­leikarar. Latið okkum, sum vilja gera dreymin hjá Karl Anton til veruleika, vera við til at fullføra hetta verk, tað veri seg tónleikarar, myndugleikar, politikarar og onnur áhugað. Tá virða vit minnið um Karl Anton Klein
Mong eru sum fara at sakna Karl Anton. Ikki minst ungu bólk­arnir, hvat teir so enn eita, SIC, Lama Sea, 48Pages, The Story Ends o.s.fr. Haldi mær til góð­ar at eg ikki minnist øll nøvn­ini. Eisini mong onnur fara at sakna henda einara, sum setti sín serstaka dám á bæði tónleikalívið, orðaskiftið o.a. Tú var av røttum ein einari, ein sum betri enn onnur sá manglarnar í samfelagnum og vildi gera nakað fyri at bøta um teir. Langt frá altíð er pláss fyri slíkum einarum sum Karl Anton. Men tað er altíð brúk fyri slíkum, og tá teir eru so sjáld­samir, eiga vit eisini at hjúkla um teir og virða teirra visiónir og mál. Tað er gott at tað eru fólk sum bróta uppum armar, har onnur bara yppa øksl. Nógvir einarar fella frá, tí teir fáa ikki neyðuga stuðulin til at fremja oftani góðu søk sína. Karl Anton helt á, gavst ikki, men brúkti hvørja løtu til at leita eftir betri umstøðum til ungu tónleikararnar. Tó at hann ikki rakk á mál og eisini møtti mótstøðu í øllum sín­um hugskotum og ætl­an­um, so rakk hann langt við sín­um setn­ingi í lívinum at skapa tí livandi og mennandi tónleikinum betri umstøður. At hava sum eitt av sínum stóru lívsmálum at skapa áhuga fyri tónleikinum millum ung­dómin og fáa teimum umstøður at venja og spæla í, ístaðin fyri at hes­in ungdómur skal ganga og vála úti á gøtunum, er eitt so gott mál, at vit eiga at minnast Karl Anton fyri tað og royna at liva upp til mál hansara. Nakað sum ikki minst politikararnir í Tórshavnar kommunu eiga at taka til sín.
Veit at tað eisini verður stórur saknur í honum í svimjihøllini í Gundadali, har Karl Anton var at síggja javnan. Eisini har kenst missurin stórur.
Tøkk fyri at tú var tann tú var Karl Anton.
Jan