Minningarorð um mín elskada beiggja Robert Hansen

Føddur 22-10-77 deyður 20-8-10

Nú vil eg royna at skriva nøkur minningarorð um mín elskada beiggja Robert, sum eg elskadi yvir alt her á jørð.
Ikki er tað nemt at sita og skriva, og saknurin er so stórur. Minnist sum tað, sum var tað í gjár, tá tú bleivst føddur, mamma ringdi kl 23.40 og segdi okkum, at nú var lítlibeiggin komin, eg var so glað, haldi eg ringdi til fólk í fleiri tímar aftaná og fortaldi tað, sjálvt um tað var á nátt.
Tú bleivst mítt eitt og alt frá fyrsta degi av...
Tá tú vart uml eitt hálvt ára gamal, og eg og Borgarhjørt skuldu trilla teg. Vit klandraðust um, hvør skuldi koyra vognin, haldi eg vann hvørja ferdir.
Robert gódi hetta havi eg fortalt tær fleiri ferðir, og tú smíltist eftir mær og helt, at eg hevði verið nakað herkut, men nei góði, tað var tí, at eg var so góð við teg, og tað visti tú eisini væl, vit bædi høvdu so nógv saman....
Tá tú vart 16 ára gamal, fórt tú til DK Sønderborg at ganga í skúla fyrst á EUC og so á handilsskúla. Haldi ikki, tú tímdi so væl at ganga í skúla, men tú fultførdi alíkavæl skúlan....
So fekst tú arbeiði á einum laksavirki har í Sønderborg og var har í nøkur ár, men tá virkið flutti til Haderslev, og tú ikki vildi flyta úr Sønderborg, har títt hjarta var, og allir vininir, so komst tú til Føroyar í nakrar mánaðir og fekk arbeiði í Runavík, og í frítíðini komst tú at arbeiða í handli saman við mær, har eg helt tú fórt at fortseta, helt at hetta tímdi tú orduliga væl, men nei, eftir eitt hálvt ár fórt tú aftur til Sønderborg, har tú treivst best, har fekst tú arbeiði á JF STOLL, og har vart tú í arbeiði líka til tú legði eyguni saman, veit tú var væl dámdur av tínum arbeiðskolegum.....
Árið 2005 kom tín gullklumpur til verdina, Joey, og hann betýddi alt í tínim lívi. Tit báðir vóru so góðir, tað var so stutligt at tosa við tykkum báðar á Skype.
Joey sat og vinkadi til fastur og segði »faster kommer du snart til Sønderborg«. Robert eg kundi sitið og skrivað um teg í fleiri vikur, so nógv høvdu vit bæði saman, men so skuldi ikki verða, vit fingu 32 fantastisk ár saman...
Góði Robert, eg havi goymt øll minnir í mínum hjarta, sjálvt um hjartað er heilt tómt. Hóskvøldi 19. august, tá tú sms'aði til mín og sigur, at tú vart innlagdur, og eg ikki skuldi verða so bekymrað, tí tað nokk skuldi ganga, hetta er bara ein virus, segði tú og vit sms'aðu aftur og fram, eg segði við teg, eg eri til arbeiðis, og tú ynskti nær góðan arbeiðshug, og vit hoyrast í morgin, men so skuldi ikki verða, tríggjar tímar aftaná vart tú ikki millum okkum longur, tí títt hjarta orkaði ikki meira, tað er mítt størsta sjokk, eg havi fingið í mínum lívi, helt hetta ikki kundi passa, eg kundi ikki eingong verða við tína lið teir síðstu tímanar, men eri glað fyri, at tú hevði tín vinnmann, Andrias, har hjá tær har á Sønderborg Sjúkrhúsi, tað hevur heldur ikki verið lætt fyri Andrias at missa sín vinnmann, tit vóru vinir frá 1. flokki av, og báðir búðu í Sønderborg, blivu pápar sama dag, ja tit báðir høvdu nógv saman, og seinni, tá Andrias fekk ein son, og tú stóðst faddur til lítla Emil, tað var tú eisini so stoltur av Robert..
Soleiðis kundi eg sitið og skrivað og skrivað um teg elskaði Robert, tín stólur hevur staðið tómun her heima hjá mær síðani 20. august og hann er tómur enn, eri so rasandi óð, og eg eri rasandi óð enn, men tá eg sá tín stóra vinarskara í Sønderborg tann dagin minningarløtan var í kapellinum, ja vininir vóru nógvir og góðir fantastiskt...
Ja og fleiri av teimun skriva og tosa enn við men um teg, góði Robert, teir siga, at eitt ljós er slóknað í Sønderborg, ja saknurin er eisini stórur hjá teimum...
Skal eisini skriva nøkur orð frá lítla Joey, sum fastur tosaði við eitt kvøldið, og fastur segði, hvat hon fór at skriva..... Joey siger jeg vinker op til stjernene hver aften til Far. Far jeg savner dig så meget, ja haldi lívið er so órættvíst, hvíl í friði elskadi Robert, tú verður ongantíð gloymdur, elskaði teg yvir alt....
 -------------
Systir tín Mainhild