Omma okkara er farin, men vit vilja minnast hana alt okkara lív.
Hon var mamma foreldur okkara og langomma at børnum okkara.
Fegin vildu vit at børnini vóru eldri, so tey kundu minnast aftur á teg, men so verður tað okkara rætta at minna tey á, hvussu fitt og góð tú var við tey og okkum øll ommubørn!
Tá vit vóru lítil, vistu tú altíð okkurt spennandi og áhugavert at siga frá. Las okkum søgur úr »Skýmingarløtuni« og leiddi okkum í hagan, har tú segði okkum frá hvussu ymiskar blómur itu, vísti okkum fuglareiður, »á Helluni«, og segði okkum frá um ymiskar hendingar, ið høvdu verið tær fyri!
Sum vit eldust og fluttu heimanífrá, var tað ikki altíð so lætt at koma suður til Skúvoyar at vitja teg.
Men tá vit so vóru har, á tíni gátt, fingu vit altíð eitt stórt smíl og opnan favn at koma inn til. Maturin, tú gjørdi, verður eitt av tí, ið vit fara at sakna mest! Tín spennandi háttur at uppbaka sós, tína rullusteik og tað allar lekkrasta, tín »rís a la mande«!
Nógv hava roynt at eftirlíkna hann, men eingin dugdi eins og tú!
Og nú ert tú so farin, farin heim til Jesus!
Tað var seint á kvøldi, at mamma og beiggi mín komu á mínar dyr; eg sá við eitt, at okkurt var áfatt. Mamma segði grátandi frá, at tú ikki longur var hjá okkum. Eg stóð heilt lamma, eg veit at vit øll skulu doyggja einaferð, men tá so deyðin kemur, er tað altíð verri enn ein hevur fyrireikað seg til.
Um kvøldið hevði tú verið til døgurða »norðuri á Handskanum«, tá hevði tú tað gott! Mánamorgunin vildi kroppur tín so ikki longur akta, hann orkaði ikki at gera dagsins verk enn einaferð, at reisa seg enn einaferð og ganga sum hann var vanur at gera.
Mánakvøldið læt tú eygu tíni aftur og fór til abba. Honum, sum tú hevur longst eftir so nógv hesar síðstu mánaðirnar.
Nú eru tit aftur saman!
Eg vil enda við einari bøn, ið tú lærdi okkum, ein bøn, sum tú bað hvønn dag á knæ við songarstokkin.
Eg minnist, tá tú tók okkum inn til tín og segði: »Hygg! Nú skal omma læra teg«! Síðan bað tú:
Bed å Jesus
Bed for mig
Ber mig ind i dit Himmerike
Der at leve
Der at bo
I en evig
Fryd og ro
Lad mig altid elske dig
Du som beder godt for mig
Gud vær min ven
Gud hør min bøn
Og det for Jesus skyld
Eg befalli meg í Jesu hond
Lív og likam, sjel og ond
Í hesi nátt
Ævigt og altíð
Amen
Við hesum vilja vit lýsa frið yvir ommu og langommu okkara.
Vegna ommu- og langommubørnini
Sjanna!