Nú hon er farin, renna tankar fram fyri meg farna tíðin kemur fram fyri meg so ómetaliga klár.
Vit búðu í sama grannalag bert vegur ímillum. Sum smádreingir vóru vit dagligir gestir har. Altíð var hon blíð og fyrikomandi. Við hvørt stakk hon eina breyðflís í hondina á okkum hon smakkaði. Jú slíkt minnist ein frá barnaárunum.
Einaferð var eg áhalsin í køkslemminum, fór bóltandi oman kjallaratrappurnar og rendi høvdið í ein stóran rustaðan seym. Eg bløddi illa, svímaði og fekk heilaskjálvta. Tá var ringur standur við hús. Har var eitt at gera. Send vóru boð eftir Onnu. Við sínum dugnaskapi, ugga og róliga sinnalag, gav hon fyrstuhjálp bæði so og so (eg kom seinni undir læknahond). Tá ið hart leikaði á við sjúku, bløðingum o.ø., varð sent boð eftir Onnu og tað var ikki so sjaldan har í grannalagnum. Ongantíð bar hon seg undan, tvørtur ímóti.
Arngrim og dreingirnir vóru altíð á floti, so har var altíð feskt í húsinum. Tað var ikki so sjaldan, at hon stakk inn á gólvið við nøkrum seiðum ella smáfiskum tey høvdu meira enn teimum nýttist, plagdi hon at siga. Soleiðis gav hon burturav til grannahúsini. Hetta er helst mangan komið væl við.
Tað kundið verð so mangt annað, at sagt um Annu hjá Gretu, sum hon varð nevnd, men lat tað fara her.
Eitt, sum eg má fáa fram, var hennara lindi og evni til at sáa gleði og látur har, hon kom. Tá ið hon var á veg til hús, stakk hon javnan inn á gólvið at vitja mammu. Hon fylti húsini við skemti og látri, og altið visti hon onkur týðindi. Hon varð ikki sitandi. Nei, tær prátaðu eina løtu, so fór hon víðari til hús. Hetta var so vanligt, at kaffikoppurin varð ikki altíð settur á borðið. Eg kenni enn á mær, hvussu væl tað gjørdi mammu, at Anna soleiðis stakk inn á gólvið. Mamma kundi smílast fram fyri seg langt aftaná, at Anna var farin. Eg kenni tað, sum hekk ein partur av henni í luftini, góða løtu eftir, at hon varð komin til hús.
Nú er Anna farin hetta er alt farið, men hetta og mangt annað minnist eg við takksemi!
Friður verið við minninum um Annu
Jóhannes Eli.