Osvald var føddur í Sumba í 1923, har hann eisini vaks upp. Sum heilt ungur fór hann til Tvøroyrar at ganga í prelimenerskúla og kom til frelsandi trúgv á Harran Jesus har í 1940, 17 ára gamal. Tað umbroytti lív hansara fullkomiliga, og hann gjørdist eitt livandi vitni fyri Harran og um frelsandi náði Hansara frá fyrsta degi.
Osvald varð doyptur á hvítusunnu í 1943 í Ósanum inni í Trongisvági, 20 ára gamal, sjálvur fimti og vildi á henda hátt vísa, at hann hoyrdi Harranum til. Hann tosaði ofta um hesa tíðina suðuri á Tvøroyri, sum eina lívganar- og vakningartíð frá Harranum, har Harrin virkaði á ein serstakan hátt, og lívsins heilagu kreftir vóru útloystar til signingar og frelsu, navni Harrans fyrst og fremst til heiðurs og æru, sum eina sømir seg.
Hann hevur síðani 1950 búð uttan slit í Havn, sama árið sum Judith og hann giftust og settu búgv í Jákup Nolsøesgøtu. Í Havn var hann ein sermerkt býarmynd, altíð til gongu, á møti, av møti, ørindi í býnum, út á Landssjúkrahúsið at vitja fólk, og hvat tað enn kundi vera.
Osvald byrjaði í 1955 at virka sum heilsølumaður í kjallarahæddini í húsum sínum, seldi skógvar, harraundirklæði, tógv, leikur og annað. Hetta bleiv langa lívsstarv hansara, sum hann røkti til lítar í útvið 40 ár, arbeiðssamur uttan nakrantíð at gerast verðsligur, tí hann gjørdi alt sum fyri Harran og ikki fyri menniskju. Tað er undurfult og stórt at vera varðveittur soleiðis í Harranum.
Minnini eru mong, rík og góð eg havi eftir Osvald bróður. Alt eg kann minnast, havi eg kent hann. Byrjanin var í Fuglafirði sum smádrongur og síðani upp gjøgnum árini. Tað vóru sannar hátíðarløtur, tá ið hann kom norður til okkara í Fuglafirði sum seljandi heilsølumaður og prædiku-maður, væl hýrdur, blíður og hittinorðaður.
Løturnar í heimi hansara í Havn saman við konu hansara Judith og døtrunum - og ofta mongum møtigestum - eru signaðar og lívgandi at minnast afturá ígjøgnum so mong ár. Samtalað varð um Guds orð og eisini tað, sum hoyrir til dagin og vegin, sum sagt verður. Eitt heilt serligt við hesum løtum er at minnast aftur á signaðu borðbønir hansara, har hann úthelti hjarta sítt fyri ásjón Harrans í ákallan, bøn og tøkk.
Hann var ein Guds merkismaður, ein andaligur vegleiðari og ein faðir andaliga sæð fyri meg, sum hann var fyri so mong onnur.
Minnið um Osvald bróður, hirðan fyri Guds fólki og evangeliumsboðaran, sum setti góð spor eftir seg allar vegir, veri ærað. Vit eru mong, sum takka Harranum fyri tænara Hansara og biðja Harran um at styrkja og troysta tey, sum stóðu honum nær í holdinum, Judith, døturnar og øll teirra.
Sólsettum fjøllum yvir
fara ein dag skal eg
Jesusi hjá at verða,
Honum, sum elskar meg.
Niðurlag:
Sólsettum fjøllum yvir
Himmalin bíðar mær.
Sólsettum fjøllum yvir,
Frelsaran skoði eg har.
Stríðið tá alt er endað,
horvin hvør skuggi er.
Gloymd verður sorg og
stúran,
á, hvør ein undurfull ferð.
------
Jóannes Ismarsson Joensen