Minningarorð um Árna Dam

Hetta er aðru ferð í 14 dagar, at eg setist at skriva minningarorð. Enn ein av mínum góðu vinum er farin um sýn til eitt gott stað at vera. Eftir at hava stríðst við sjúku og versnandi heilsu seinastu árini var orkan uppi og mín kæri vinur Árni Dam hevur eftir eitt langt, og uttan iva meira áhugavert og spennandi lív enn teimum flestu tillutað, lagt árarnar inn - fjørðurin er rógvin, seinasta vaktin er yvirstaðin.

Eg vænti, at flestu føroyingar vita, hvør Árni Dam var. Ein eldsál, sum í ein mansaldur gjørdi eitt heilt fantastiskt arbeiði fyri at menna samstarvið millum Føroyar og Russland og hvørs hjarta veruliga brendi fyri at gera russiskum sjófólki lívið lættari og gott, meðan teir vóru í Føroyum og í føroyskum sjóøki. Fólk sum heild, og bindiklubbar og sjómanskvinnuringar kring alt landið, hava verið við til at gleða russisku sjófólkini saman við Árna og hansara starvsfeløgum, í mong mong ár eftirhondini.

Eg kom sjálvur at kenna Árna aftur í 1983, tá hann og eg komu kenna hvønn annan, m.a. orsakað av samstarvinum við russarar, og vinir blivu vit frá fyrsta degi - og hava vit verið tað síðan.

Árni vildi hava føroysku skipasmiðjurnar at samstarva við russarar um umvælingar og hann var oddamaður fyri, at Vágs Skipasmiðja, har eg var stjóri, eisini komu at gera sáttmála við russarar í 80’unum. Uttan Árna, og hansara hjálp og netverk, hevði tað aldrin blivið veruleiki. 

Soleiðis var eisini, tá vit arbeiddu saman um at menna keyp av russiskum fiski sum gjald fyri umvælingar, m.a fyri Skipasmiðjuna Føroyar, saman við Bjarna Joensen í 90’unum og síðani stóra arbeiðið við at fáa handlað russiskan botnfisk og uppisjóvarfisk saman við J. Marr Seafood. Øll hesi árini høvdu vit mangar sera góðar og minniligar løtur saman, bæði heima og uttanlands, sum ein kann minnast aftur á við takksemi og gleði.

  Árni var av sonnum ein kempa í orðsins sanna týdningi. Hann var ein kempari, ein eldsál, sum fór ígjøgnum heilt fyri sínar vinir. Hann hevði eitt hjarta av gulli og vildi altíð gera tað besta fyri øll, sum hann umgekst.

Árni vildi Føroyum tað besta. Hann vildi, at samstarvast skuldi bæði við eystur og vestur og sá, hvussu umráðandi tað var fyri Føroyar, at vit kundu samstarva og mennast á øllum økjum.

Tá Skipafelagið bleiv selt, føldi Árni tað sum, at hjartabarnið varð tikið frá honum. Hann hevði stóran part av sínum lívi arbeitt fyri hetta felag og føldi seg sum partur av tí. Hann vildi, at tað skuldi vera føroyskt og var sera skuffaður, at tað skuldi fara á útlendskar hendur. Hann valdi tískil at stovna sítt egna agency felag, Faroe Agency, saman við Mariu og Karl Erik - og hevur tað verið ein succes frá fyrsta degi.

Árni bleiv heiðraður sum russiskur generalkonsul í 2003, og við Riddarakrossinum av Dannebrog í 2007. Harumframt fekk hann tvey russisk heiðurstekin og eitt altjóða heiðurstekin fyri at virka til at menna samstarv millum Russland og Danmark.

Tá mann tosar um Árna, ber slettis ikki til at koma uttanum Marionnu, sum hevur staðið við hansara lið gjøgnum eitt langt lív í øllum lívsins viðurskiftum. Hon hevur verið hansara akker og besti vinur, og eg veit, at fyri Árna var Marianna alt. Børnini og abbabørnini hava eisini altíð staðið hjartað hjá Árna nær og var hann ikki sørt erpin av teimum øllum, tí øll eru tey sera evnagóð.

Góðu Marianna, Niels Uni, Janus og Mathilda við familjum, orð eru fátøk í løtum sum hesum - má Harrin styrkja tykkum í stóru sorg tykkara.

Við hesum fáu orðum lýsi eg frið yvir vin mín og merkismannin, Árna Dam.