Minningarorð um starvsfelaga okkara

Klæmint Olsen, føddur 14. januar 1952
deyður 20. desember 2004

Sólin, ljósið og tann grøni liturin bera boð um, at summarið er komið. Gleðin er stór, tí okkara pisur eru floygdar, tilreiðar at flúgva út í tann heim, sum vit á Handilsskúlanum hava fyrireikað tær til.

Tó eru stór skør í gleðini, tí Klæmint er ikki longur millum okkara. Klæmint eigur sín stóra lut í, at pisurnar nú megna at flúgva sjálvar. Klæmint lærdi tær alt um heimsspeki, føroyskt mál og mentan, hesar lærugreinar, sum hava so stóran týdning at hava við sær, um ein skal fóta sær í einum heimi í stórari broyting.

Klæmint hevði eisini ásannað, at tað hjá lærara er neyðugt at fylgja við í menningini. Hóast hann hevði holla útbúgving í føroyskum, týskum og heimsspeki, var hann farin undir at lesa Human Resource Management á Robert Gordon University.

Hann hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Politiskt ynskti hann einar sjálvstøðugar Føroyar. Har, hann var, stríddist hann fyri tí, hann helt vera rætt. Hann var heilur í øllum tí, sum hann fekst við, og tordi at tala at, tá hann helt tað vera neyðugt. Tað bera hansara arbeiði sum býráðslimur og stýrislimur hjá SEV boð um.

Klæmint hevði sítt lívsstarv á Handilsskúlanum, byrjaði sum tímalærari í 1986 og fekk fast starv í 1989. Umframt at undirvísa, legði hann eisini stóra orku í fakfelagsarbeiði og sat nógv ár í lærararáði Handilsskúlans og upp aftur fleiri ár í yrkisfelagnum. Klæmint vildi hava skipað viðurskifti, og hann eigur ein stóran lut í, at handilsskúlalærarar hava fingið skipað lønar- og pensjónsviðurskifti.

Sum starvsfelagi var Klæmint altíð góður í ráðum. Hann hevði eina óvanliga breiða vitan um ymisk faklig øki. Hann tók eisini altíð lut í tiltøkum, næmingar ella starvsfólk skipaðu fyri. Altíð var hann tilreiðar at vera við á hugnaløtum og halda onkra skemtingarsama røðu.

Millum næmingar var Klæmint eisini sera væl lýddur. Næmingunum dámdu eisini sera væl Klæmint sum lærara. Hansara styrki var, at hann altíð lurtaði eftir og virdi teirra hugsan. Hann var sera rættvísur mótvegis næmingunum.

Klæmint var sonur Árna Olsen, yvirlækna, sum var ættaður úr Kunoy, og Elisabeth f. Clementsen ættað úr Húsavík. Teir vóru fýra brøður Jóan Eyðfinnur, Klæmint, Bjarni og Sjúrður.

Klæminti dámdi ógvuliga væl at vitja á bygd. Hann tosaði ofta um, hvussu "deiligt og avstressandi" tað var at ferðast í Húsavík, har familjan hevur summarhús. Har kundi hann taka sær av løttum saman við familjuni.

Klæmint og konan, Ragnhild Skarhamar, eiga døturnar Elisabeth, Anniku og Sunnvá. Klæmint hevði stóra umsorgan fyri familjuni og gleddist um, at tey í fjør skuldu halda jól í nýggjum húsum. Tó vildi lagnan tað øðrvísi.

Vit drýpa høvur, sakna ein góðan starvsfelaga, og tankar okkara leita til tykkara, ið eftir sita. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini.

Starvsfólkið á Føroya Handilsskúla í Havn