Minningarorð um Heina Thorsteinsson 

At tú var ein sera avhildin maður, sást týðiliga her í Vági í dag. Sera nógv fólk savnaðust til minningarhaldið at minnast teg og onnur, sum hava latið lív á sjónum

 

Tung vóru boðini um, at Kambur var í havsneyð. Hetta kom sum ein skelkur á meg og føroyingar sum heild. At lesa slíkt hendan lagnudagin 6. februar 2024, fari eg ongantíð at gloyma. Henda syrgiliga vanlukka situr fast hjá okkum øllum føroyingum.

 

Saknurin eftir tær er stórur, góði Heini. 

 

Eg havi hugsað leingi um at skriva nøkur orð um teg, góði Heini. Men, eg havi ikki ordliga kunna skriva um teg fyrr enn nú. Orsøkin er, at eg havi livað við vónini um, at tú fór nokk at koma aftur til Vágs. 

 

Men tíverri hvílir tú í havsins stóra dýpi, har tú sum blaðungur eisini valdi týtt yrki sum sjómaður.

 

Í dag er jú allahalgannadagur og minningarhald fyri teimum sjólátnu, sum verður hildið nógvastaðir í landinum og eisini her í Vági.

 

Heini var eisini ein sera avhildin maður. Sera nógv fólk savnaðust eisini í Vági í dag at minnast teg og onnur, sum hava latið lív á sjónum gjøgnum árið og farnar tíðir.

 

Her eitt brot úr tíðindunum hendan sorgardagin:

 

"Línuskipið Kambur hevur fingið ein sjógv sunnan fyri Suðuroynna, og tyrlan er í ferð við at taka manningina av skipinum..."

 

Okur fara ongantíð at gloyma henda lagnudagin, har Heini Thorsteinsson og Bjarni Bisp sjólótust, ávíkavist 47 og 57 ára gamlir. 

 

Eg var so heldigur, góði Heini, at hava eina hugnaliga løtu saman við tær, beint áðrenn tú fór avstað hendan lagnutúrin við Kambi. 

 

Nevnast skal, at Heini og Sonni, bróður, tosaðu saman á messenger bert fáar tímar, áðrenn vanlukka hendi. Nevnast skal eisini, at Sonni og Heini hava verið sera góðir vinmenn gjøgnum alt lívið og verið sera tætt tilknýttur, síðani teir vóru smádreingir. 

 

So hesin dagurin situr sera tungur í minninum hjá okkum øllum. Ein dagur, sum okur ongantíð fara at gloyma, tíverri. Men góðu minnini um teg, góði Heini, hava okur øll, sum hava kent teg, tíbetur. 

 

Okur vóru altíð í góðum hondum í húsinum hjá góða beiggja tínum, Ingvard. Har var og er blíðskapurin altíð framúr. Tykur báðir syrgdu altíð fyri, at ein var bæði mettur og væl settur. Oftani á miðari nátt var bæði ræst kjøt og suppa gjørt til okkum øll, sum inni vóru. 

 

Gávumildur vart tú sum eingin annar. Eg og okur øll takka tær fyri allan tann fiskin, okur fingu frá tær gjøgnum árini. 

 

Sum onkur eisini skrivar á Facebook-vanga tínum um týtt gávulyndi: "Ert tú svong góða, manglar tær fisk..." Soleiðis var Heini. Hann gloymdi ongan og gav altíð eina hjálpandi hond, um onkur hevði brúk fyri tí. 

 

Okkara felags vinur, Hassi Dahl Jacobsen, fór tíverri eisini alt ov týðliga, bert 44 ára gamal í 2018. Hassi var eisini sjómaður.

 

Hassi kom heim til Føroyar, nakað áðrenn hann andaðist í 2018, og har var tú, Heini, beinanvegin klárur at hjálpa honum við øllum, soleiðis at hann kundi byggja sær sína tilveru upp aftur her í Føroyum. Hassi kom eisini við tær til sjós. 

 

Hinvegin vóru eisini boð frá Jesuspápa eftir Hassa nakað eftir heimkomuna í Vági, tíverri.

 

Nevnast skal eisini, at Hassi var ein sera raskur sjómaður, eins tú góði, Heini. Lagnan vildi tað soleiðis, at nú eru tykur báðir farnir til eitt betri stað á alt ov ungum árum. 

 

Heldur ikki var tað løgið, at Heini valdi sær sjógvin, sum sítt livsyrki. At vera sjómaður liggur í familjuni hjá Heina, har bæði pápin Aksel, beiggin Ingvard, mammubeiggin Evald, abbin Ingvard og Sverri abbin allir vóru av raskastu sjómonnum. 

 

Heini var altíð burtur, og tá hann var heima - ja, so róði hann út saman við Ingvard, beiggjanum og pápanum, Aksel. 

 

Ikki havi eg verið nakrar sjógarpur, men tó so var eg saman við Heina og Hassa við Skúanesi og Mai. Tá var Heini bert 15 ára gamal. Hann var longu tá farin til sjós fleiri ár frammaundan. Meini, at hann var 12 ára gamal fyrstu ferð, hann var á sjónum.

 

Evald, mammubeiggi tín, var eisini við Skúanesi eins og Sonni, bróður og Mortan, bróður. 

 

Í dag er jú allahalgannadagur og minningarhaldið er fyri teimum sjólátnu, nógvastaðir í landinum og eisini her í Vági. 

 

At Heini var ein sera avhildin maður, sást eisini týðiliga her í Vági í dag. Sera nógv fólk savnaðust til minningarhaldið at minnast teg og onnur, sum hava latið lív á sjónum í ár og gjøgnum árini. 

 

Eisini hava nógv fólk og nógvir av tínum vinum verið til staðar, tá minningarhald hava verið um teg, síðan sjógvurin tók teg, góði Heini. Tað vísir so sannliga eisini, at tú vart ein avhildin og virðiligur maður. 

 

Takk fyri alt, góði Heini, og okur síggjast aftur ein dag.

 

Mínar tankar eru hjá tykkum í dag, góðu tykur øll tey nærmastu, sum eftir sita, Genesis, Adrian, Marita, Ingvard, Rebekka, Einar, Sunnrid, Aksel og Rannvá. 

 

Má Harrin styrkja tykkum øll í sorgini. 

 

Levi Mørk