Fyri knøppum hálvum ári síðan var fjørðurin rógvin hjá mammubeiggja mínum, Jógvan Ranghamar, sum andaðist mánamorgunin 9. februar. Hann var føddur 28. mai 1942 og var sostatt 72 ára gamal, nú hann legði árarnar inn. Hóast vit seinastu tíðina vistu, hvønn veg tað bar, er tað sárt at viðurkenna veruleikan, at Jógvan ikki er okkara millum longur.
Jógvan gjørdist sjúkur av krabbameini á vári í 2008 og stríddist øll árini við sjúkuna, sum at endanum vann á honum. Hesi sjey árini, hann var sjúkur, fekk hann fleiri tíggjutals kemoviðgerðir og fleiri skurðviðgerðir, men hóast hetta hevði hann altíð gott mót. Tað untist mær, at verða saman við Jógvan á fleiri av ferðunum á Ríkisskjúkrahúsinum og vóru hesar samverur sera lívsjáttandi.
Foreldrini hjá Jógvani vóru Petrina og Hans David Ranghamar. Jógvan var yngstur av fýra systkjum. Tey vóru fyri tí vanlagnu, at missa pápan, sum sló út við Tróndi í Gøtu í 1948. Men hetta helt ikki Jógvan aftur at velja sjólívið, sum sína yrkisleið. Í 1957 fór hann sín fyrsta túr til skips við Fimm Syskin til Ísland við snellu. Jógvan var við Fimm Systkin í trý ár.
Í 1960 og 1961 var Jógvan í Føroyingahavnini í Grønlandi, har hann arbeiddi á flakavirkinum hjá Nordafar. Hesi bæði árini róði hann út vetrarhálvuna, fyrra árið við “Gulenni” og seinna árið við “Bjørgvin”. Í 1962 var hann við klaksvíksbátinum Jógvan S.
Fyrst í 1963 fekk Gøtu Samvinnufelag handað nýggjan línubát, Finnur Fríði. Jógvan var partaeigari í Samvinnufelagnum og fór við Finni Fríða, til hann á heystið sama ár fór á skiparaskúla í Tórshavn, har hann tók prógv í 1964. Eftir loknan skúla fór Jógvan við Báruni sum bestimaður, til hann í 1965 aftur fór við Finni Fríða, eisini sum bestimaður. Jógvan var við Finni Fríða til 1968.
Í 1969 stovnaðu Jógvan og Eivind Hansen saman við fleiri felagið Vørn. Teir keyptu tá Sildrekan sum fekk navnið Geyti Reyði. Jógvan førdi Geyta Reyða til sama felag í 1976 bygdi Sjúrð Tollakson sum Jógvan førdi til 1991. Meðan Sjúrður Tollakson stóð í ger, førdi Jógvan eitt stutt skifti Polaris. Hetta nevnir Levi Joensen eisini í áhugaverdu bók síni “Lív mítt á sjógvi og landi” sum hann gav út fyri stuttum.
Tíðarskeiðið við nótabáti má sigast at vera lívsverkið hjá Jógvan. Eg minnist aftur á hesi árini, har tað gekk upp og niður í hesi vinnu. Veiðumynstri broyttist nógv, frá silda- og makrelveiðu til lodnuveiðu við nót til at trola eftir svartkjafti. Fyri at laga seg til broyttu fyritreytirnar í fiskiskapinum, bleiv Sjúrður Tollakson longdur og umbygdur, til eisini at kunna royna við troli. Men hóast hetta, skerdust fiskimøguleikarnir á nærleiðunum í seinna parti av 80´unum, og tí var gjørd eina roynd, at fara til Senigal við Sjúrði Tollaksini. Henda verkætlan eydnaðist ikki og tá Sjúrður Tollakson í 1991 bleiv lagdur og seinni seldur av landinum, bleiv hetta samstundis endin á hesum kapittlinum í arbeiðislívinum hjá Jógvan.
Jógvan hevði góð evni sum skipari, tað lá væl fyri við fiskiskapinum, hann var álítandi, lítillátin av lindi og var væl dámdur av teimum hann starvaðist saman við, bæði á sjógvi og landi. Tá Jógvan var heima millum túrar, var tað alskurin til sjógvin sum dró og var hann tíðum á floti.
Fyrst í áttatiárunum stovnaði Jógvan alibrúkið Torvan saman við pápa mínum, sváginum Hera Thomsen. Tá Jógvan legðist uppi, fór hann at arbeiða í alingini, til teir í 1998 seldu alibrúki til Luna. Men hugurin hevur altíð staði til sjógvin og eftir at hann gavst í alingini fór hann at rógva út. Her var Jógvan eisini fiskiklógv og hevði hann framúr gott skil á øllum viðurskiftum, um tað so galt streym ella at finna fisk. Og hóast hann seinastu árini hevur verið illa sjúkur, róði hann út til á heysti í 2013.
Eitt av frítíðarítrivunum hjá Jógvan var at spæla Bridge. Her lá eisini væl fyri og var hann við til at vinna fleiri kappingar, bæði fyri lið og pør. Tað var her hann fyri nøkrum árum síðan møtti Ingibjørg. Hon og familja hennara hava verið honum ein hollur stuðul, ikki minst tá hann lá til tað síðsta. Áðrenn Ingibjørg og Jógvan komu at kenna hvønn annan, búðu hann og Kjartan saman í barnaheiminum í Norðragøtu. Jógvan og Kjartan hava eisini verið nógv saman í arbeiðislívinum, fyrst við seglhúsbátunum, síðan øll árini við Geyta Reyða og Sjúrða Tollaksyni og tey seinastu árini í alingini. Øll árini eru teir komnir nógv á gátt hjá mammu, systrini Sólrun, sum altíð hevur verið fús at rætt teimum eina hjálpandi hond.
Elsti beiggi Jógvan, Steingrímur Ranghamar andaðist á Ólavsøku í fjør, 82 ára gamal. Steingrímur var giftur við Ásvør, fødd Hansen. Ásvør doyði í 2002 so Steingrímur sat einkjumaður seinastu 12 árini. Saman áttu tey døturnar Haldóru og Selmu. Áðrenn Jógvan sjálvur keypti bát, høvdu hann og Steingrímur bát saman og ikki vóru tað so fáir útróðrartúrar teir høvdu saman og mong eru kókini bæði av fugli og fiski, vit hava fingið hesi árini. Jógvan vitjaði Steingrím sera tíðum og ikki mundi tað verða ein einasta ferð, hann skuldi niður til viðgerð, at hann ikki segði honum og okkum farvæl.
Saknurin er stórur hjá okkum sum stóðu Jógvan nær, men størstur man hann verða hjá tykkum Ingibjørg, Kjartan, mammu og pápa og má Harrin styrkja okkum øll í sakninum.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnini um mammubeiggjarnar Jógvan og Steingrím.