f: 05.04.1992 – d: 19.03.2014
Ja, nú er eitt ár síðani tú fórt frá okkum, men tað følist sum tað var í gjár. Og góða Rebekke eg sakni teg og tómrúmið er so stórt.
Tit vóru so ung tá tit funnu saman. Tú vart ein sólstrála hjá Herluf og tú vart hansara eitt og alt. Sjálvt um tit vóru ung, so fingu tit tykkum eitt heim, ið tit gjørdu til tykkara, og sum tú vart so góð við. Dagurin tá tit blivu gift var sera hugnaligur, og tað var eingin sum hugsaði at vit bara ein góðan mánað seinni skuldu samlast til tína jarðarferð.
Eg minnist tá tú komst inn í okkara familiju tú fekst eitt pláss í hjartanum hjá okkum øllum. Tú vart altíð so stillfør og spøk. Tú gjørdi ongantíð nakað búrturúr tær sjálvum, tú vart altíð so góð, og tú vart altíð nakað serligt.
Tá tú komst norð til Víkar fekst tú vinkonur, sum við opnum ørmun tóku teg til sín, og hevði tú eitt stórt pláss í teirra vinaskara. Tær stóðu eisini tær nær tína síðsu tíð. Tín vinaskarið var ikki bara í Vík, hann var eisini Havn, har hevði tú eisini eitt stórt pláss.
Tú gekk í skúla í hoydølum í 2 ár, tú møtti altíð upp í hvussu veðrið var. Manga høvdu bussanir avlýst, men tú fór, tú vart altíð so ágrýtin.
Tað vísti tú eisini tá alt arbeiði skuldi gerast. Vit høvdu altíð nógv at gera bæði í hoyna og tá heysti kom fyri. Tá fjølluni skuldu gangast, og tá slaktið skuldi takast upp, tú vart altíð har við eini hjálpandi hond, sjálvt um tú ikki vart uppvoksin við seyðahaldi, so vart tú altíð har við tíni hjálpandi hond. Tú vildi so gjarna duga alt, og alt fall tær so lætt.
Tú vart yngst av 4 systkjum og tey elskaðu teg yvir alt. Tú vart eisini einasta systur og eg veit at tú og mamma tín vóru sera tætt knýttar, so Sólva, hjá tær er tómt.
Tíðin tú vart sjúk var so tung, men tit vóru altíð so positiv, Herluf segði altíð, vit hava ikki brúk fyri at tit taka tað so tungt , tit bóru alt við tykkum sjálvi.
Tú fekst eitt serligt pláss í mínum hjarta og tað plássið er følist so tómt.
Elskaða Rebekka, takk fyri alt.
Hvíl í friði mín vinur.
Jessie