Minningarorð um Sjúrð Poulsen

Í dag, 6. mars, fingu vit deyðsboðini av okkara kæra gamla formanni, Sjúrði Poulsen.

 

Sjúrður sat í kirkjuráðnum í Vesturkirkjuni í 28 ár. Hann hevði verið formaður í 20 ár, tá ið hann í 2009 legði frá sær fyri aldur.

 

Hann átók sær uppgávuna við lív og sál. Altíð væl fyrireikaður, og tók hond í allar staðir, har tað trongdi til. Framúr góður handverkari, og urtagarðsarbeiði lá sera væl fyri hjá honum eisini. Tað var ikki dagur, at hann ikki gekk rundan um kirkjuna og hampaði og tók hond í.

 

Vakra lundin vestan fyri Vesturkirkjuna, við standmyndini av Sigmundi, var eitt av hansara hugskotum. Hann gjørdi sjálvur tær fyrstu skitsurnar av økinum og átók sær verkætlanarleiðsluna.

 

Sjúrður var ein fongur fyri okkum í Vesturkirkjuni – fyri bygningin, økið uttan um kirkjuna og ikki minst kirkjuliðið. Vit takka honum fyri hansara trúgvu tænastu og trúfesti.

 

Nú hann legði árarnar inn, 91 ára gamal, var hann mettur og troyttur av døgum.

 

Friður veri við minninum um Sjúrð.

 

Kirkjuráðið í Vesturkirkjuni