Ein vøkur blóma er upprivin við rót, bert 45 ára gomul. Tað er so ófatiligt, at vit ikki skulu hava hesa vøkru blómu ímillum okkara meira. Vit eru blivin so nógv fátækari.
Tung vóru boðini, sum vit fingu, at Jónfríð ikki var ímillum okkum meira, at hon var farin av ferðsluvanlukku á veg til arbeiðis, til tað arbeiði, sum hevði ein so stóran týdning fyri hana, henni, sum dámdi so væl at arbeiða sum sjúkrahjálpari og passa gomul fólk.
Eftir sita vit spyrjandi: hví skuldi hon blíva rivin burtur frá okkum, hon, sum sá so lætt upp á lívið, og sum var so væl til passar, altíð uppmuntrandi og glað, hon sum var í bestra aldri, og hon sum hevði so nógv at liva fyri.
Saknurin er stórur hjá tykkum, góðu Jógvan, Beinta, Pauli og Jákup. Tit hava mist tykkara elskaðu kon og mammu, og hjá tykkum Pálli, Alicu, Delmari, Mortani og Sólfríð, tit hava øll mist tykkara elskaðu dóttur og systir, hon, sum elskaði tykkum so nógv, og sum tók tykkum fram um alt. Ringt er at skilja, at lívið skal ganga víðari uttan hana, tað menniskja, sum stóð einum so nær, men eitt kunnu vit í felag ugga okkum við: vit fara tó einaferð at møta henni aftur.
Eg og Jónfríð stóðu hvørji aðrari so nær. Eg fari at sakna hana nógv, sakna hennara nærheit, hennara smíl og hennara kærleika, sum hon altíð sýndi okkum øll. Hon hevði so stóran týdning hjá okkum, og ikki at gloyma hjá okkara børnum. Vit hava tíbetur so nógv góð minnir saman um hana, og tey minni vilja vit altíð minnast á við gleði. Vit fara ongantíð at gloyma hana.
Friður veri við minninum um mítt systkinabarn Jónfríð.
Josefina