Minningarorð um vinnulívsmannin Egil Gotfred Joensen, Miðvágur

*føddur 25. februar 1921 – deyður 28. februar 2014

 

Gotfred var borin í heim á Ryggi í Mið­vági, sonur Onnu Elisabeth og Heina Joensen.
Hann var giftur Dusinu f. Petersen í Sandavági og fingu tey 3 synir, Sámal Jákup, Heina og Ólavur.
Gotfred fór áðrenn krígg­ið til Danmarkar í skrædd­aralæru. Heim­aftur­komin fór hann at seyma klædningar í kjallaranum á Ryggi og hevði hann fleiri fólk í arbeiði hesa tíðina til hann sjálv­ur bygdi sær hús og fór at handla í niðaru hæddini, tá liðugt­seymaðir klædn­ingar komu til landið. Handilin hevði eitt breitt úrvæl frá matvørum til toyvøru, og var konan hon­­um ein dygg­ur stuðul í hes­um arbeiði. Tey høvdu eisini fleiri fólk í arbeiði og har­afturat bensinstøð.
Gotfred stovnaði eisini Turkihúsið í Miðvági saman við D. P. Danielsen, har fiskur varð saltaður. Arbeiðsfólkið koyr­di hann í lastini til og frá døgurða við lastbili sínum, og her skaffaði hann eisini mongum kvinnum ar­beiði.
1955 keypti P/F Gotfred Joen­sen út­róðr­arbátin Lækka­klett VA6, og í 1970 kom Vørðuklettur VA60, og her var arbeiði til nógvar hendur, til teir vórðu seldir ávika-vist í 1974 og 1976. Mann­ingarnir trivust væl umborð og vóru fleiri við øll árini. 1975 kom V. U. Hammerhaimb VA 165 í flotan hjá P/F Gotfred Joen­sen fram til 1981 og nýggi Lækka­klettur, nýbygningur úr Pólandi kom í 1976 og varð seldur aft­ur í 1979.
1975-1976 var Gotfred borg­meistari í Miðvági, har hann arbeiddi fyri, at umstøðurnar at hava skipini liggj­andi við bryggju í øllum veðri vóru mun­­andi bøtt um við pier­in­um, sum bleiv bygdur sam­an við Sanda­vágsmonn­um. Hetta var eitt av hansara hjarta­­­mál­­um.
Somuleiðis var hann primus motor í at seta flaka­virkið í Miðvági á stovn eisini saman við sandavágsmonn­um. Hann setti nógvan pening í flakavirkið og arbeiddi sum stjóri ókeyp­is í nøkur ár fyri at fáa hetta at ganga, tí hann helt, at brúk var fyri hes­um arbeiðsplássum.
Gotfred var eisini nevnd­ar­limur í Før­oya Banka og Fiska­søluni nøkur ár.
Gotfred og Dusina vóru fyri tí stóru sorg at missa sonin, Heina, og var tað teim­um ein dyggur smeitur.
Gotfredi untist at blíva 93 ár, hóast hann fekk blóðtøpp sum 60 ára gamal, megnaði hann restina av livi­tíð­ini at vera stjóri í sp/f Gotfred Joen­­sen, raskur til tað síðsta.
Saknurin er stórur, serliga hjá tær Dusina, synunum, abba­børnunum og oldur­abba­­børnunum.
Friður verið við minninum um verfaðirin og fari eg altíð at minn­ast hendan álvar­sama mannin við tí hjarta­liga látrinum. Hann segði ting­­ini bart út, tó við einum skálka­brosi. Sam­an við kon­uni var Gotfred eitt satt ar­beiðs­grev.

Marna