Skúlaleiðarafelag Føroya mótmælir nú staðiliga ta viðferð, sum ein limur og starvsfelagi fekk í tíðindasendingunum í Útvarpinum mikudagin.
- Talan var um eina kæru, eina skuldseting um eina hending, sum tvær heilt ymiskar og mótsigandi frágreiðingar eru um.
Lagt verður aftrat, at hvørki løgregla ella rættur hevur gjørt nakra niðurstøðu í málinum, men kortini loyvir Útvarpið sær - móti vanligari siðvenju - at nevna navn skúlaleiðarans í tíðindastubbanum og soleiðis óbeinleiðis at seta leiðaran í ivasamt ljós í hesum máli - áðrenn rætturin hevur talað.
- Vit meta hetta at vera grovt álop á frælsi okkara og mótmæla hesi framferð. Eftir okkara tykki minnir hetta meira um jagstran heldur enn um sakligan tíðindaflutning, sigur felagið.
Tað er Hanus Joensen, sum hevur sent fjølmiðlunum hetta skriv vegna Skúlaleiðarafelag Føroya.
Myndin, sum er vald til henda tíðindastubban, er tilvildarlig.