Í sambandi við, at tað tann 8. apríl í ár eru liðin 100 ár, síðan faðirin at føroyska skriftmálinum, V.U. Hammershaimb, doyði, skipar Vága kommuna fyri minnishaldi skírisdag. Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð føddur á Steig í Sandavági tann 25. mars 1819. Tað eru í hesum døgum sostatt 190 ár, síðan hann var føddur. Hann doyði tann 8. apríl 1909, og tí sambandi við, at tað eru 100 ár síðan deyða hansara, hevur Vága kommuna gjørt av at halda minnishald í Sandavági skírisdag 9. apríl.
Hátíðarhaldið byrjar við guðstænastu í Sandavágs kirkju klokkan 11.00, har Jógvan Fríðriksson, biskupur prædikar.
Guðstænastan verður útvarpað beinleiðis.
Eftir guðstænastuna verður farið niðan til minnisvarðan yvir V.U. Hammershaimb
á Steig.
Jógvan Sjúrður Hansen, varaborgarstjóri í Vága kommunu, heldur røðu og leggur krans við minnisvarðan.
Seinnapartin verður samkoma í skúlahøllini á Giljanesi við fyrilestri, hugleiðing, upplestri og sangi. Skráin sæst niðanfyri:
Í auluni á Giljanesi klokkan 16.00
Vælkomin
Felagsangur: Løgmaður átti so góðan ein garð.
Jóhan Hendrik Winther Poulsen, málfrøðingur, heldur fyrilestur um mannin og málið.
Felagssangur: Guð, tú sum øllum býður
Heini F. Petersen, fyrrverandi lærari, hugleiðir um tíðina og umhvørvið á Steig.
Vágakórið framførir kantatuna Fedranna tala.
Turid Sigurðardóttir lesur ?Samljóð og misljóð? eftir V.U. Hammershaimb.
Endi við felagssangi: Boðar tú til allar tjóðir.
Tiltakið verður útvarpað beinleiðis.