Myndugleikarnir í Japan siga nú, at jarðskjálvtin og flóðaldan í morgun hava kravt í minsta lagi 29 mannalív. Tað er sera lítið, tá hugsað verður um, hvussu harður jarðskjálvtin var, men sambært serfrøðingum er einki land so væl tryggjað ímóti jarðskjálvta sum júst Japan. Harafturat er landið eisini tryggjað ímóti flóðaldu nógvastaðni.
Japanski forsætisráðharrin, Naoto Kan, sigur, at kjarnorkuverkini fingu ikki skaða av jarðskjálvtanum, tí tey steðgaðu av sær sjálvum, tá skjálvtin kom. Tað gjørdi snartokini eisini, tí bæði kjarnorkuverkini og snartokini hava eina sjálvvirkandi skipan, sum ger, at tey steðga, tá jarðskjálvti er.
Myndugleikarnir í Japan hava biðið eini 20.000 fólk fara burtur frá strondini. Í Russlandi hava myndugleikarnir eisini flutt fólk burtur frá sjónum, og í Filipsoyggjunum hava fólk eisini fingið boð um at halda seg burtur frá strondini.
Upprunaliga umfataði flóðalduávaringin ikki USA og Kanada, men fyri løtu síðani kunngjørdu amerikonsku myndugleikarnir, at ávaringin umfatar eisini amerikonsku vesturstrondina og Alaska.