Minst fimm deyð í bumbuálopi í Kabul

Magnetiskar bumbur, sum vóru festar undir bilar, hava kostað mannalív í Afghanistan.

Í minsta lagi fimm fólk eru deyð, eftir at bumbur brustu í høvuðsstaðnum í Afghanistan, Kabul, í dag.

Tað upplýsir talsmaður fyri løgregluna í Kabul.

Tvey onnur fólk eru særd.

Orsøkin til spreingingarnar vóru magnetiska bumbur, sum vóru festar undir bilar.

Tað eru bæði sivil fólk og fólk úr afgansku trygdardeildunum, sum eru deyð í álopunum, sigur talsmaðurin fyri løgregluna, Ferdows Faramarz.

Tær tríggjar spreingingarnar komu hvør eftir aðra, men í ymsum pørtum av Kabul.

Enn hevur eingin átikið sær orsøkina av álopunum.

Talibanrørslan stendur aftan fyri stórum pørtum av álopunum í Afghanistan, sum krevja mannalív. Tað hendir, sjálvt um bólkurin er í friðarsamráðingum við landsins stjórn.

Tað er als ikki óvanligt, at hernaðarligir bólkar standa aftan fyri bumbuálop ella skotdráp í Afganistan.

Umframt Taliban er eisini Islamskur Statur í Afganistan.

Vanliga eru álopini vend ímóti løgreglu, hermonnum, starvsfólkum hjá stjórnini, aktivistum, átrúnaðarligum leiðarum ella tíðindafólki.

/ritzau/dpa