Jan Müller
Í samband við 125 ára føðingardag Mikkjals á Ryggi varð hátíðarhald í Miðvági sunnudagin 17. oktober. Sjálvan føðingardagin.
Tað var Vága Dansifelag, sum skipaði fyri hátíðarhaldinum, sum varð hildið í Miðvágs Kirkju og í Beitishúsinum, sum er føðistaður og barnaheim Mikkjals á Ryggi.
At Vága Dansifelag skipaði fyri hátíðarhaldinum er tí, at Dansifelagið í dag eigur Beitishúsini, sum verða sett í stand at nýta sum felagshús.
? Felagið fekk fyri nøkrum árum síðan húsini og hevur nýtt nógvar pengar upp á tey, hóast tey enn ikki er rættiliga liðug, sigur Edvard Joensen, formaður í Vága Dansifelag.
Hátíðarhaldið á 125 ára degnum byrjaði í kirkjuni, har upp-lestur og felagsangur myndaði skránna.
Av tí, at Vága Dansifelag stóð sum fyrreikari, var tað formaðurin, sum beyð vælkomin. Onkur helt, at hetta var tekin um nýgjar tíðir, at Dansifelagið beyð væl-komin í kirkjuna.
Men tað heldur formaðurin í Dnsifelagnum ikki vera nakað løgið. Heldur tekur hann tað sjálvsagt, at tveir so týðandi tættir í føroyskari mentan sum kirkjan og føroyski dansurin hanga saman. Og hetta skuldi júst verið í anda Mikkjals á Ryggi, sum yrkti eina rúgvu av sálmum og eisini fleiri kvæði at dansa á gólvi.
Formaðurin í Vág Dansifelag leggur afturat, at hann metir Dansifelagið sum ein mentanar-bera og -verja, sum eigur at vera virkið á fleiri økjum, hóast føroyski dansurin sjálvandi er høvuðsendamálið. Og nú felagið fær egin høli, skuldi tað bara gjørt hetta enn lættari.
Nógv fólk
Miðvágs Kirkja var væl fylt, tá hátíðarhaldið byrjaði klokkan 16.00 sunnudagin. Sungnir vórðu fleiri sálmar hjá Mikkjali á Ryggi. Onkur helt aftaná, at summir vóru kanska nakað langir, og at tað hevði einki gjørt, um teir vóru valdir styttri.
Men fyrireikararnir høvdu lagt dent á at nýta upprunatekstirnar og ikki taka tær styttu útgávur-nar, sum í fleiri førum eru at finna í Sálmabókini.
Heini F. Petersen í Sandavági, sum saman við Jákupi Reinert Hansen, presti, fyri 10 árum síðan gav út Mikkjalsbók, helt fyrilestur um persónin og yrkjaran Mikkjal á Ryggi.
Eisini Marianna Simonsen í Miðvági las úr Mikkjalsbók brot úr grein, sum Mikkjal hevði skrivað.
Vágakórið luttók á haldinum við fýra sálmum og sangum, sum Mikkjal hevði yrkt og umsett.
Sum útgangsbøn las deknurin, Hans Jørgenen, ørindini í sálmarøðini hjá Mikkjali á Ryggi um Faðir vár. Tey ørindini, har sjálvar bønirnar standa í.
Eftir kirkjuliga partin varð farið í Beitishúsini, sum liggja beint hinumegin vegin norðan fyri kirkjuna.
Húsini eru bygd av abba Mikkjals í 1858 og vóru eftir tátíðar meti rættiliga stór. Tó stóð á at fáa alt fólkið undir tak samstundis hendan dagin.
Dansifelagið hevur eina húsanevnd, nevnd Beitisnevndin, sum tekur sær av tí, sum hevur við húsini at gera. Og tey høvdu rættiliga hugnað um hendan dagin. Við blómum og livandi ljósum uttan fyri og inni, gjørdist tað rættiliga hugnaligt at koma í húsini.
Eftir at fólk høvdu fingið ein kaffimunn, varð hildið fram við skránni.
Jón Joensen í Bø, sum gekk í skúla hjá Mikkjali á Ryggi í sjey ár, segði frá um gamla lærara sín og segði fram ein tátt, Mikkjal hevði yrkt um eina skemtiliga hending í Gásadali, har hann sjálvur var partur. Ein kanska meira ókendur partur av skaldskapi hansara.
Eisini varð lisið úr yrkingasavni Mikkjals. Og eftir sum heyst er, høvdu teir tríggir,sum lósu, bíggjarbrøðurnir Gutti og Jóanes Petersen og Edvard Joensen, valt at lesa um fjallgongu og bjargaveðrar.
Einir tveir felagssangir vórðu sungnir, áðrenn farið varð upp á gólv. Tað var ein av eldru limunum í Vága Dansifelag, Hans Christoffer Joensen, Hassi á Ryggi í Miðvági, sum skipaði fyrsta kvæðið í nýggju felagshølunum hjá Vága Dansifelag. Og tað var sjálvsagt tað kenda Brestiskvæðið, sum Mikkjal á Ryggi hevur yrkt.