Miriam og Bjarnhild vunnu fjórðingsfinaluna

Við einum spennandi tvey-settara vunnu Miriam og Bjarnhild sína fjórðingsfinalu í morgun 21-15, 21-14 á pari úr Estlandi. Sostatt skulu tær spæla hálvfinalu í kvøld, har tær møta sterkum avstralskum pari, sum vunnu sína fjórðingsfinalu á fronskum pari.

Í blandaðum tvímansleiki møttu Miriam og grønlendski makkarin Maluk yvirvøldini í sterka malaysiska parinum, sum vann 21-12, 21-10. Men tey spældu tætt í byrjanini av hvørjum setti og kempaðu væl ímóti dugnaliga parinum. 

 


FYRSTU FØROYSKU HEIÐURSMERKINI

Hetta verður fyrstu ferð, at føroyskir badmintonleikarar vinna heiðursmerkir í altjóða góðkendari kapping hjá Badminton World Federation. Føroyskir leikarar hava higartil einamest luttikið í donskum kappingum og í Oyggjaleikum, men seinnu árini hava føroysku leikararnir eisini bjóða seg sjálvan av við at luttaka í altjóða kappingum. 

Við at vinna sær pláss í hálvfinalu hava Miriam og Bjarnhild tryggja sær heiðursmerkjapláss. Vinna tær hálvfinalu sína í kvøld skulu tær spæla finaluna um gull og silvur í morgin, annars eiga tær bronsuplássini.