Eldri mynd av trimum vælkendum nunnum í Føroyum: Systir Cecilia, Systir Louisa og Systir Maria Thérèse

Nunnurnar bjóða til móttøku í kleystrinum

Í juni fara Fransiskanarasystrarnar av landinum og í hesum sambandi bjóða tær til móttøku í Kerit leygardagin

Eldri mynd av trimum vælkendum nunnum í Føroyum: Systir Cecilia, Systir Louisa og Systir Maria Thérèse

Fransiskanarasystrarnar bjóða til móttøku í kleystrinum »Kerit« leygardagin 11. mai frá klokkan 10 fyrrapartin til klokkan 17 seinnapartin, so at fólk kunnu ynskja teimum farvæl, áðrenn tær endaliga fara avstað í juni.

– Øll eru væl komin!

Soleiðis siga Fransiskanarasystrarnar í innbjóðing, sum tær hava sent Sosialinum.

31. august í fjør boðaðu tær í tíðindaskrivi frá, at tær fara av landinum:

– Vit harmast um at skula boða føroyingum frá einari avgerð, sum er tikin um Fransiskanarafelagsskapin í Mariuskipanini í Havn.

– Tað er við sorgblídni, at vit hava valt at taka av fransiskanaraskipanina, sum vit hava havt so tætt tilknýti til. Tað hevur verið týdningarmikið fyri okkum. Kortini er samkoman fjølgað og hevur verið dúgliga vitjað av fólki og av føroyingum í okkara hjáveru síðan 1931, segði Sister Laetitua Chevallier, sum er Provincal Superior, FMM.

Tær søgdu víðari í tíðindaskrivinum, at samkoman í Tórshavn eisini í dag virkar í tøttum samstarvi og tænastu við kall kirkjurnar. Men fjarstøðan til landspartin í starvsøkinum er møtimikil, og tvørleikarnir við at fáa innferðarloyvi noyða okkum at taka torførar avgerðir. Vit mugu tí ásanna okkara vantandi orku at standa fyri felagsskapinum eftir 1. juni í 2024.

 

##med2##

 

– Tað er við sorg og trega, at vit boða tykkum frá avgerðini, sum er tikin av katólska biskupinum í Keypmannahavn og katólska felagsskapinum í Føroyum. Verið vís í, at vit hava tykkum føroyingar í okkara bønum og tonkum í tíðini sum kemur. Ein broytingartíð er fyri framman hjá tykkum øllum – systrunum og teirra sambondum í Føroyum, søgdu Fransiskanarasystrarnar í tíðindaskrivinum 31. august í fjør.

 

 

Eldri mynd av trimum vælkendum nunnum í Føroyum: Systir Cecilia, Systir Louisa og Systir Maria Thérèse