Miriam Pedersen kemur frá Hesselager, sum liggur á Fyn í Danmark.
Miriam hoyrdi av fyrstan tíð um FC Suðuroy frá einum av okkara fyrrverandi venjarum John Christensen, sum í dag er DBU konsulent m.a. í felagnum Hesselager fodbold, skrivar FC Suðuroy á síni heimasíðu.
Miriam var fyrr í ár her í Vági fyri at kunna seg um okkara umstøður fyri fótbóltsvenjarar.
Nú hevur hon so avgjørt at taka av okkara tilboð um at gerast ein av okkara ungdómsvenjarum.Frammanundan hava vit tveir útlendskar venjarar knýttar at ungdómsvenjingini hjá okkum. Dennis Nielsen, sum venur dreingir, og Christian Nøjten, sum venur gentur/kvinnur, skrivar FC Suðuroy.
Miriam kemur at venja á gentu/kvinnu síðuni, upplýsir FC Suðuroy á heimasíðu síni.

Miriam Pedersen nýggjur venjari í ungdómsdeildini hjá FC Suðuroy

