Føroya Væl,Valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi
------
Tjóðveldið og hinir andstøðuflokkarnir vísa ikki sømiliga virðing fyri tingarbeiðinum við at reisa misálit í tíð og úrtíð. Flokkarnir stremba eftir ruðulleika og anarki við teirri framferð, teir hava víst í seinastuni.
Hvat var endamálið við misálitinum, ið reist var undan páskum? Jú, at finna útav, hvar Fólkaflokkurin stóð. Og tí mátti misálit reisast móti løgmanni – láturligt.
Hetta er ábyrgdarloysi, dugnaloysi og máttloysi – hetta prógvar enn einaferð, at tað er einki alternativ til ABC-samgonguna. ABC-samgongan tekur dag og dagliga upp eftir Tjóðveldinum, sum skar yvir 300 milliónir kr. av landsins árligu inntøkum við at minka ríkisveitingina uttan at neyðugar tillagingar vórðu gjørdar í búskapinum. Tjóðveldið er einki alternativ til ABC – flokkurin er ikki stjórnarberandi, sum tey sjálvi siga, og tað hava tey enn einaferð prógvað.
Tann famøsa og skandaløsa CHE-samgongan var enn eitt prógv um ábyrgdarloysi og dugnaloysi, eitt nú við at seta á stovn uttanríkisráð, sum í dag kostar yvir 40 milliónir kr. við tess sendistovum. Hetta er púra ørt, og føroyingar bløða tí enn meira í hesum tíðum, grundað á ábyrgdarleysa politikkin hjá loysingaflokkunum.
Vit hava eitt uttanríkisráð og sendustovur um allan heim í ríkisfelagsskapinum, sum vit hava fulla atgongd til. Enn eitt dømi um dupultfunktiónir, sum føroyski skattgjaldarin bløðir óneyðuga fyri, grundað á ørvitispolitikkin hjá loysingaflokkunum.
Heitt verður á samgonguna um at fara í holt við at rationalisera og effektivisera tann almenna sektorin á forsvarligan hátt, at fáa ein kommunalreform settan í verk og fáa eftirlitsstovnar og aðrar almennar stovnar lagdar saman. Og annars gera bygnaðarligar broytingar fyri at reka samfelagið skynsamari, betri og bíligari.
Tað eru nú smá positiv tekin at hóma tann rætta vegin í føroyska samfelagnum – so nú ræður um at halda tørn.
Føroya Væl hevur fult álit á samgonguni og vil við hesum heita á floksformenninar um at finna semju til frama fyri føroyska samfelagið. Tað liggur ein ábyrgd á tykkum.