Misjavnar Førjar

E elski Førjar hevði frumframførslu í Norðurlandahúsinum í gjár. Leikurin tekur støði í sendingini, ið var sýndur í sjónvarpi Føroya í vár, og flestu leiklutirnir eru teir somu, men nýggjar senur og leiklutir eru gjørdar til. Summar senur eru sera beinraknar og væl spældar, meðan aðrar vóru alt ov tungar og langdrignar. Góðskan er tískil sera misjøvn.

E elski Førjar hevði frumframsýning í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldi. Framførslan byggir á teimum seks sendingunum, ið vórðu sendar í SVF í apríl og mai mánaða. Flestu senurnar vóru við somu leiklutunum, ið vóru í sendingini. Samkyndi Kjartan prædikar um >>innara gjeikaran<<, og lekra parið, Remi og Rosely, svinga mjadnarnar í allarlekrasta stíli, ið vit kenna tey best. Senurnar eru nýggjar, og eisini eru nýggjar leiklutir gjørdar til leikin. Góðskan er tó sera misjøvn. Summar senur eru sterkar, stuttligar, og boðskapurin sæst týðiliga, meðan aðrar eru tungar, keðiligar og langdrignar. Tað er harmiligt, at draga góðskuna niður á slíkan hátt, tá tað sæst, at leikurin hevði kunnað verið heilt góður.

Ójøvn góðska

Sjúrður Skaale rakti øll konufólkahjørtu, tá hann, sum tann fyrsti á pallinum, kom sum samkyndi Kjartan í páfuglabúna og viftandi ørmum. Sjáldan sær mann slíkan kventil. Sjúrður Skaale megnaði sínar leiklutir væl, men skiftandi støði var hjá hinum fýra leikarunum. Bárður Persson megnaði ikki sín leiklut sum tann illi Sofus. Leikluturin var yvirspældur og tískil einki stuttligur. Hesu misstøkini gjørdu góðskuna misjavna og trekti støðið niður. Hinvegin spældi Bárður Persson ein tann besta leiklutin í leikinum, nevnliga ein gamlan mann við knívi í høvdinum, ið royndi at fáa læknahjálp. Hesin parturin varð spældur av honum og Sjúrða Skaale, ið saman ironiseraðu føroyska sjúkrahúsverkið.

Kent og ókent

Vælkendu leiklutirnir síggjast aftur í leikinum, men senurnar eru nýggjar, og aðrir leiklutir eru gjørdir til. Vælkendi, heimkæri Haraldur, danska kona hansara Pernille og dóttirin, Søs, vitja í Føroyum, og sjálvandi koma nationalistisku kenslurnar hjá Haraldi sterkt fram, meðan Pernille og Søs ikki skilja petti, tí tað er jú bara: ”skide Færøerne.” Leikurin fer síðan eisini út sum sendingina og leggur stóran dent á ymiskar mentanir í Føroyum, har Elsa Maria Magnusardóttir og Jensina Olsen veruliga fingu fjøldina at taka um búkin av láturkrampa, tá tær spældu tvær bulgariskar flakakvinnur, ið dáma sera, sera væl føroysk mannfólk. Men aftur hesa ferð kom leikurin í góðskuvanda, tá Elsa Maria Magnusardóttir Olsen ikki megnaði leiklutin sum svenskari í Føroyum, og senan gjørdist tung, tí boðskapurin sást ikki, og støðið datt aftur niður.

Vit kenna tey aftur

Vit kenna øll persónarnar í E elski Førjar aftur. Leikurin er ein rein ironi av menniskjuni og føroyska samfelagnum. Uttan at hugsa rationelt elskar tjóðskaparligi Haraldur heilhjartað og blint okkara lítla oyggjaland, Føroyar, og vit kunnu taka okkum um høvdið, flenna og hugsa: ”Á, nei, eg eri akkurát líka.” Havnafólk kunnu umhugsa sítt snævurskygni til bygdirnar, tá Remi og Rosely við spentum vøddum og push-up bróstahaldara svingandi ganga eftir senuni og eru syrgin um tey ólekru bygdafólkini, ið hava djór og annað, tey halda vera skitið. Sjúrður Skaale, ið stendur aftan fyri verkætlanina, dugir ótrúliga væl at fáa fólk at flenna og stuttleika sær, meðan tey samstundis fáa nakað at hugsa um, tá sjúkrahúsverkið verður ironiserað, og gjøldur verður gjørdur burtur úr ávirkanini, samfelagið og fjølmiðlar hava á tey ungu, tá ein tannáringur skuldsetur skúlastjóran fyri at gera seg inn á hana, tá hann vil práta við hana um hennara vanrøkta skúlagongd. Ætlanin við leikinum er góð, speisemið er sterkt, og tí er sera harmiligt, at góðskan í leiklutunum er ov misjøvn.



Kassi:

Leikarir:

Sjúrður Skaale

Lív Reynheim

Jensina Olsen

Bárður Persson

Elsa Maria Magnusardóttir Olsen

Tónleikur:

James Olsen

Kim Hansen

Pauli Magnussen