Misjøvn venjingarlega í Íslandi

Um vikuskiftið hava U16- og U17-landsliðini við gentum verið á venjingarlegu í Íslandi

Góðar umstøður at spæla fótbólt á hávetri - Mynd: www.FSF.fo

Um vikuskiftið hava U16- og U17-landsliðini við gentum verið á venjingarlegu í Íslandi, har venjingardystir vórðu spældir í Miðgarði í Reykjavík, og í Fífuni í Kópavági, skrivar Fótbóltssambandið. U16 landsliðið hevði ilt við at fóta sær, men U17-landsliðið vann sínar dystir.

 

Sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í mars, og EM-endaspælið, sum verður í Føroyum í mai, hevur U17-landsliðið við gentum verið á venjingarlegu í Reykjavík um vikuskiftið. Eisini U16 genturnar vóru við á ferðini, og sum heild var talan um eina góða venjingarlegu í íslendska høvuðsstaðnum.

 

U16-landsliðið spældi tveir dystir móti íslendska U15-landsliðnum, meðan U17 genturnar spældu tveir dystir móti Breiðabliki. Og tað er ikki ov nógv sagt, at U16 genturnar komu undir stórt trýst í Miðgarði, sum er ein av fótbóltshallunum í Reykjavík. Fyrri dysturin endaði 6-0, meðan seinna venjingardystinum endaði 7-0 til Ísland.

 

– Vit gera tað, sum vit eru mentar – stríðast báðar dystirnar á tamb, og vísa góðan hugburð. Men hinar vóru sterkari, skjótari og betri á bóltinum – mótstøða, ið genturnar ikki eru vanar við. Men samanumtikið var hetta ein lærurík uppliving fyri okkara gentur, ið veruliga fingu at merkja upp á egnan kropp, hvat skal til, tá talan er um altjóða dystir, sigur venjarin, Eyðvør Jakobsen.

 

Hjá U17 gentunum hilnaðist hinvegin betri – báðir dystirnir, sum vórðu spældir í Fífuni í Kópavági, endaðu við 2-1 sigri til Føroyar. Sara Benjaminsen skoraði bæði málini í fyrra dystinum, meðan Kára Sigurðsson og Klára Døgg Edvardsdóttir stóðu fyri málunum í seinni dystinum.

 

– Hetta var góð fyrireiking til EM undankappingina, sum verður í mars. Dystirnir vóru tættir, og tað gjørdi, at okkara gentur veruliga máttu kýta seg. Vit byrja kanska ikki nóg væl – eru eitt sindur varnar – men sum fráleið komu vit meira við, og vístu gott spæl, skora mál, og komu eisini fram til nógvar góðar málmøguleikar, samstundis verja og málverji stríddust væl móti ágangandi mótstøðuliðnum. So alt í alt tveir góðir dystir fyri okkara gentur, sigur Eyðvør Jakobsen.

 

EM undankappingin verður í Litava frá 10. til 16. mars, og í mai mánað – frá 4. til 17. mai – stendur ein tann størsta avbjóðingin fyri framman, tá vera Føroyar vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum.

 

Góðar umstøður at spæla fótbólt á hávetri - Mynd: www.FSF.fo