Miskunning á fólkatingi

Føroyski fólkatingsmaðurin, Jóannes Eidesgaard, hevur hildið eina røðu á fólkatingi, sum stóð prentað í Sosialinum. Tað stendur honum sjálvsagt frítt at siga tað hann vil á fólkatingi. Bert ráðharrar kunnu ábyrgdast fyri at miskunna ella villeiða fólkatingið.

Ikki minni harmiligt er tað kortini, at fólkatingið og harvið danskir politikarar og almenningurin verða so dyggiliga miskunnað, sum talan er um í hesi røðu.


Greiðar linjur

Danski forsetisráðharrin vísti annars í síni røðu til fólkatingið á, at landsstýrið fyrireikar seg væl og virðiliga til komandi samráðingar við stjórnina um ein sáttmála, ið føroyska fólkið skal taka støðu til. Stjórnin hevur longu í avtaluni frá 10. juni í fjør bundið seg til at samráðast um upplegg landsstýrisins og um eina varliga búskaparliga tillaging til einar sjálvbjargnar Føroyar. Sáttmálin skal bæði góðkennast á løgtingi og fólkatingi, áðrenn hann verður lagdur til fólkaatkvøðu í Føroyum.

Hóast hesar greiðu linjur, sum langt síðani eru avtalaðar við donsku stjórnina, misteinkiligger føroyski fólkatingsmaðurin landsstýrið og arbeiðið við Hvítubók. Sigur seg ivast í, hvussu saklig Hvíta Bók verður. Hann førir tey vanligu ósannindini fram um, at landsstýrið vil ?løsrive ? hellere i dag end i morgen?.


Villeiðing til frama

fyri partapolitik

Hvør fann uppá hetta ræðuorðið um ?løsrivelse? (skræða, kuta og kvetta) veit Jóannes Eidesgaard helst væl sjálvur. Men satt hevur tað ongantíð verið - hvørki um politikkin hjá mínum flokki ella arbeiðið hjá landsstýrinum í fyrireikingunum til fult føroyskt sjálvstýri. Vit ynskja sum kunnugt eitt gott og neyvt samstarv við Danmark, men millum tvey javntsett lond og fólk við fullari ábyrgd fyri okkara gerðum. Og hví Fólkatingið, Løgtingið og Føroya fólk ikki skulu sleppa at taka støðu til eitt væl fyrireikað samráðingarúrslit, er ilt at skilja.

Men ósannindini verða brúkt til at fortelja fólkatinginum, at demokratiskt skipaða føroyska landsstýrið skal ikki takast í álvara í Danmark. Landsstýrið umboðar ikki Føroya fólk, sigur fólkatingsmaðurin. Ístaðin skulu nøkur partapolitisk slagorð hjá einum einstøkum flokki í Føroyum verða grundarlagið fyri framtíðarstøðu Føroya.

Tað er áhugavert at hugsa sær, hvat føroyingar høvdu sagt, um ein politiskur flokkur gjørdi á sama hátt í málinum um undirgrundarmarkið ella í samráðingarstøðum við ES.


Mistak ella sjálvmál

Vónandi er talan um eina óumhugsaða røðu ella eitt mistak hjá Jóannesi Eidesgaard. Tí eg ivist onga løtu í, at hann aftaná má vera greiður um, hvussu skaðilig henda miskunningin og villeiðingin av dønum er fyri samráðingarstøðu og framtíðarstøðu Føroya.

Vit skulu til einar samráðingar sum í myndamáli kunnu samanberast við ein fótbóltslandsdyst. Mótstøðuliðið er á pappírinum nógv sterkari enn vit og eigur eisini dómaran. Tí ræður um fyri okkum at vera væl fyrireikað, standa saman og halda okkum til tær galdandi reglur, sum mótstøðuliðið eisini hevur góðtikið.

Um føroyska liðið hevur spælarar, sum heldur vilja spenna bein fyri sínum egnu og vilja gera sjálvmál, longu áðrenn dysturin rættiliga er byrjaður, so verður trupult at røkka nøkrum góðum úrsliti. Og tá sleppa viðhaldsfólkini ongantíð at taka støðu til, hvussu føroyska liðið veruliga kann spæla - og ikki minst, hvussu ein dystur kann gerast av í sátt og semju eftir greiðum reglum. Har liðini eru vinir aftaná, hava gott samstarv og bæði tvey menna seg og klára seg væl í heimshøpi.


Vilji til samstarv

Eg vil tí enn einaferð heita á Jóannes Eidesgard og javnaðarflokkin um at vísa vilja til samstarv og ikki døma uttan nakað grundarlag. Hóast alt hevur flokkurin í fleiri ár dúgliga sagt seg verið við í upphitingini til landsdystin. Um nakrir spælarar kanska ikki fáa júst tað plássið, teir høvdu ætlað sær á liðnum, skuldi ikki verið neyðugt at farið í part við mótstøðuliðnum.


Høgni Hoydal

landsstýrismaður