Misnøgd við Bush

Tær konservativu kreftirnar í USA eru sera misnøgdar við avgerðina hjá George W. Bush, forseta at tilnevna Harriet Miers dómara í amerikanska hægstarætti.

Tann 60 ára gamla Harriet Miers er útbúgvin løgfrøðingur, men hevur ongantíð arbeitt sum dómari. Tí veit eingin við vissu, hvørja støðu hon hevur til viðkvæmar spurningar so sum fosturtøku og viðurskiftini hjá samkyndum, men tey konservativu bera ótta fyri, at hon er ikki nóg konservativ. Teir seinastu dagarnar hava fleiri konservativ bløð funnist hvassliga at avgerðini hjá Bush at velja hana, og einstakir republikanskir politikarar hava eisini víst sína misnøgd við avgerð forsetans, skrivar Reuters.

Hinvegin bendir nógv á, at demokratarnir eru nøgdir við avgerðina, og tí er lítil ivi um, at Senatið fer at góðkenna Harriet Miers sum nýggjan hægstarættardómara uttan stórvegis trupulleikar.