Misnøgdur við skúlabarnakoyring á Tvøroyri

David Findleton, bilførari á Tvøroyri, er misnøgdur við framferðina hjá kommununi viðvíkjandi skúlabarnakoyringini. Hóast eitt ár er liðið, síðani koyringin var boðin út, og royndarárið og avmarkaðað sáttmálaskeiðið harvið er úti, so er ikki boðið út av nýggjum. Hetta, og onnur viðurskifti, órógva David, men Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur onki óvanligt vera í framferðarháttinum og Innlendismálaráðið metir eisini, at neyðugt er ikki at bjóða útaftur

Fyri einum ári síðani lýsti Tvøroyrar kommuna skúlabarnakoyringina leysa, so áhugað kundu geva boð inn. Sáttmálaskeiðið var avmarkað til eitt ár og gekk út í juni í ár.
                      David Findleton, bilførari, gjørdist orsakað av ymsum viðurskiftum ein dag ov seinur at geva tilboð inn tá og kom tí ikki við í kappingina um at koyra skúlabørnini.
                      Hetta skilir hann væl, hóast fleiri, eisini kommunupolitikarar, heittu á hann um at geva sítt tilboð hóast alt, tí hóast freistin var farin, so var enn nakað,til fundur bleiv um málið.
                      Men hann fekk at vita, eins og aðrir bilførarar, at koyringin var eitt royndarár, sum lýsingin eisini bendi á, tí sáttmálaskeiðið var frá august 2003 til juni 2004. Sostatt væntaði David Findleton, at koyringin aftur bleiv boðin út, tá skeiðið rann út.
                      - Men onki er hent. Sagt verður, at tað er alla tíðina royndarár og ger hetta eisini, at bilførarar kunnu ikki keypa bil tl endamálið. Eg keypi tó ein hóskandi bil hóast hetta, ætlaður til aðra koyring eisini, sigur David, ið hevur hóskandi bil frammanundan.
                     
Tóku ikki lægsta tilboð
Innan skúlin byrjaði aftur, var David Findleton á fundi við borgarstjóran, Kristin Michelsen, og fekk har at vita, at koyringin bleiv ikki boðin útaftur, tí kommunan er nøgd við koyringina og tann, ið røkir starvið.
                      - Tann, ið fekk koyringina, hevði ikki lægsta tilboðið, sigur David, ið hevði lægsta tilboðið, sum tó sum sagt kom ein dag ov seint, tá bjóðað varð.
                      - Munurin á lægsta tilboð, og tilboðnum, sum tikið varð av, er eini 75.000 krónur, vísur David á og hann vísir á, at hann torir at standa fram og vísa á hesi viðurskifti, tí hann hevur onki at missa, tí  farna árið hevur hann nærum onga koyring havt fyri kommununa, mótvegis mongum túri frammanundan.
                      - Við hesum kann viðkomandi, sum hevur koyringina, eisini hækka prísin, sum honum lystir, tí ongin kapping er, og vit eru fleiri bilførarar, ið eru áhugaðir at bjóða, so her er góður møguleiki at spara, sigur David Findleton.
                     
Innlit
David Findleton hevur biðið um alment innlit í málið, men tað fær hann ikki, sigur hann. Eisini hevur hann biðið Innlendismálaráðið kanna málið, men har verður sagt, at neyðugt er ikki hjá kommununi at bjóða útaftur av nýggjum og meiria kann ráðið ikki gera við málið.
                      - Hinvegin sigur ráðið, at biður persónur un innlit, so eigur hann at fáa tað, sigur David Findleton, sum hevur sett seg í samband við løgfrøðing, tí hann metir ikki alt rugga rætt í hesum málinum.
 
Fær innlit, um hann biður um tað
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur tað vera rætt, at David Findleton hevur biðið um innlit.
- Hann hevur fingið svar og tilsøgn um, at biður hann skrivliga um innlit, so fær hann tað, tí hetta er vanlig mannagongd, sigur Kristin Michelsen.
-David Findleton var ov seinur at geva tilboð, tá boðið var út, sigur Krisitin Michelsen.
Men hví verður ikki boðið út aftur?
- Tað er púra vanligt, at eftir eitt royndarár, so verður mett um, og er ein nøgdur við tann, ið røkir starvið, so verður hildið fram og viðkomandi fær starvið, vísir borgarstjórin á.
                      Men kommunan tók ikki lægsta tilboðið?
-Tað er nú altíð upp til kommununa at gera av, hvat tilboð mett verður best at taka av, sigur Krisitin Michelsen, ið minnir á, at eisini Innlendismálaráðið hevur víst á, at neyðugt er ikki at bjóða út aftur.
- Biður hann um innlit skrivliga, so fær hann tað, tí tað er vanliga mannagongdin, og annars er onki óvanligt ella óregluligt farið fram, so her er okkurt, ið hann hevur misskilt, sigur Kristin Michelsen, og sigur seg ivast í, um hetta ikki okkurt, sum onkur vil fram við, nú tað av álvara stundar til kommunuval.