? Tað er skelkandi at síggja, at upplýsingar leka úr Býráðnum og at tað ber til at lesa í bløðunum, hvat vit viðgera í nevndum í býráðnum. Tað mugu vit gera okkurt við.
Jan Christiansen, formaður í byggi og býarskipanarnevndini hjá býrðánum, er heilt fortørnaður yvir, at Sosialurin í gjár kundi upplýsa, at býráðið hevði fingið tvær umsóknir um loyvi at byggja nýggj hotel í Havn, og at vit eisini kundu nevna nøvn í hesum sambandi.
Umsóknirnar eru til viðgerðar í byggi- og býarskipanarnevndini, og formaðurin sigur, at hann er skelkaður av, at upplýsingar soleiðis leka úr býráðnum.
? Tað kann ikki vera meiningin, at samskiftið ímillum borgarar og býráðið skal almannakunngerðast í bløðunum, sigur hann.
Hann heldur, at kunnu borgarar ikki trygt líta á, at samskiftið ímillum teir og býráðið er í trúnaði, fara borgarar at himprast við at venda sær til býráðið, og tað hevði verið stórt spell.
Men hann ásannar, at tað kann verða sera trupult at halda upplýsingar loyniliga á einum so stórum stovni sum býráðið er.
? Mál verða viðgjørt á nevndarfundi og fundarfrásagnirnar eru skrivligar. So upplýsingarnar fara ígjøgnum nógvar hendur.
? Men tað er harmiligt, at onkur ikki tekur tagnarskyldina tyngri enn so enn at upplýsingar leka.
Jan Christiansen sigur, at hann ætlar sær at taka málið upp, hóast hann ásannar, at tað kann verða trupult og at hann ikki enn veit, hvat er at gera.
? Men i hvussu so er mugu vit royna at fáa øll í býráðnum at vísa størri ábyrgd fyri tagnaskylduni, sigur Jan Christiansen.
Men hvør sigur, at upplýsingarnir koma úr býráðnum. Kann tað ikki vera onkur umsøkjari, sum hevur fortalt tað fyri onkrum, og so er tað farið víðari?
Tað kann gott verða, men eg haldi nú kortini, at upplýsingarnir vóru av einum slíkum slag, at teir teir koma úr býráðnum. Tað, at tit kunnu nevna fleiri nøvn bendir á, at tað er likið úr býráðnum onkusvegna.
Hugsa seg væl um
Annars váttar Jan Christiansen, at býráðið hevur fingið tvær umsóknir um at byggja nýggj hotel í høvuðsstaðnum.
Men hann vil ikki nevna, hvør eigur tær.
Umsóknir eru um loyvi at byggja hotel í Skálatrøð og Yviri við Strond.
Eftir býarætlanini er eingin forðing fyri at byggja hotel á hesum øki.
? Men nú er ikki nógv byggipláss eftir í miðbýnum, so stykkini hava stóran týdning fyri kommununa. ? Tí má kommunan hugsa seg væl um, og meta um, hvat stykkini best verða brúkt til útfrá eini størri heild, eini seta áðrenn hon letur stykkini av hondum. ? Tí eru tey fyrst farin, vendst aldrin aftur.
Annars eru fleiri umsóknir til hesi bæði stykkini m.a. til ráðstevnuhøli, handlar og ymiskt annað.