Landsrætturin viðgjørdi fyrr í vikuni eitt mál um siðamisbrot. Ein maður var fyrr í ár dømdur seks mánaðir fongsulsrevsing fyri um 30 ferðir hava nýtt sína kropsligu og sálarligu yvirvág til at fremja siðamisbrot móti eini gentu undir 15 ár.
Sambært dóminum í Føroya Rætti hevur maðurin nortið við undirlívið á gentuni og ført ein ella fleiri fingrar upp í skeið hennara. Gentan gjørdi mótstøðu og segði frá at hon fekk ilt, men maðurin lat ikki við seg koma. Yvirgangurin er farin fram heima hjá manninum, har unga gentan búði eina tíð og ansaði børnini hjá manninum.
Verjin hjá mannin kærdi avgerðina hjá landsrættinum, við ynski um frídøming. Hann vil vera við, at maðurin og gentan ongantíð vóru einsamøll heima í longri tíð, og at tað er sera lýtt millum rúmini og hæddirnar í húsinum. Tað hevur sostatt verið ógjørligt hjá manninum at fremja tær gerðir, hann er ákærdur fyri, uttan at onnur í húsinum høvdu hoyrt tað.
Ákærin kærdi eisini dómin til landsrættin, við krav um skerping av revsingini. Hon metti, at yvirgangurin var av so grovum slag, at tað kravdi meiri enn seks mánaðir fongsulsrevsing.
Verjin ynskti, at rætturin skuldi vísa kæruni hjá ákæranum aftur, og vísti til, at hon var latin dómstólinum ov seint. Ákærin vísti hinvegin á, at tað var orsaka av einum mistaki hjá dómstólinum, at kæran var latin so seint. Ein feilur í umsitingini á dómaraskrivstovuni gjørdi, at ákærin ikki visti, at verjin hevði kært málið og hevði tí ikki latið við seg koma. Tá henni gjørdist greitt, eftir at feilurin var rættaður, at verjin hevði kært, valdi hon eisini at kæra.
Landsrætturin valdi at hoyra bæði kærumálini og so taka støðu til klaguna hjá verjanum eftir, at báðir partar vóru hoyrdir í málinum.
Rættarviðgerin gjørdist ikki liðug, áðrenn landsrætturin mátti av landinum. Dómur fellur tí í málinum fyrrapartin fríggjadagin.