Miss Galaxy: Tað kvinnuliga móti tí mansliga

Annað árið á rað verður skipað fyri Miss Galaxy kapping á Hálsi. Kappingin verður 7. desember. Kappingin er ein blanding av EM og FM

 

Kapping


Hetta er triðja kappingin av sínum slag í Føroyum. Fyrstu ferð æt hon tó Føroya Fimasta Kvinna.

Miss Galaxy kappingin er býtt upp í tríggjar partar. Fyrst skal poserast í kjóla, síðani í bikini og síðsti partur er ein forðingsbreyt. Har ræður um at koma ígjøgnum breytina uppá so stutta tíð sum gjørligt. Her er tað styrki, fimi og kvikleiki, sum spælir inn.

27 ára gamla Sóleyð Ísaksdóttir Jacobsen hevur verið við í báðum teimum undanfarnu kappingunum, og vann hon eisini báðu ferðirnar. Í fjør var virðislønin at sleppa við til EM í Barcelona og VM í Kina, men báðar kappingarnar vórðu avlýstar, tí stuðlarnir tóku seg aftur. Ætlanin var síðani at gera eina kapping í Íslandi, men tann kappingin varð eisini avlýst.

Kappingin í Føroyum verður tí ein blanding av EM og FM, og tí verða ikki bert føroyskir luttakarar við. Tríggir útlendskir og tríggir føroyskir dómarar vera. Forðingsbreytin telur 50% av kappingini, bikiniparturin 40% og kjólin 10%, so tað ræður ikki bert um at vera kvikur og fimur ? kroppurin má eisini verða í lagi.

? Eg vóni at vinna FM, sigur Sóleyð Ísaksdóttir Jacobsen.

? Tað er ikki so stórt trýst á mær, men eg hopi eg verða millum tríggjar tær bestu til EM. Tað eru bert tríggjar vikur síðani eg fekk at vita, at kappingin skuldi vera, so eg havi ikki havt so nógva tíð at fyrreika meg í.

Sambært Sóleyð er hetta ein kapping við tí kvinnuliga ímóti tí mansliga. Ein skal ikki líkjast eini model, men tó skal man verða rættiliga væl "trimmaður".