Miss Noreg luttakari myrd

Eitt blóðugt dráp hevur skelkað norska mótaheimin eftir at fyrrverandi luttakarin í Miss Noreg, Constansa Hernandez, 20, var dripin í Kristiansand sunnunáttina. Hernandez, sum nýtti fornavnið Conni, tók lut í Miss Noreg í 2009 sum umboð fyri suðurpartin av Noreg. Sambært norskari løgreglu varð hon myrd við einum stikkvápni.

Í løtuni ynskja vit ikki at siga meira um hvat slag av vápni, sum varð nýtt, sigur talsmaður fyri løgregluna, Ole Hortemo við Fvn.no.

Fyrrverandi sjeikurin hjá Hernandez, ein 21 ára gamal maður, er skuldsettur fyri drápið.

Tey bæði fóru hvør til sítt fyri nøkrum mánaðum síðani. samstundis stendur greitt, at maðurin var sera ringur av svartsjúku, og tað er sannlíkt orsøkin til tað, sum hendi í íbúðini í Østersøen í Kristiansand sunnumorgunin.

Verjin hjá skuldsetta vísir tó aftur, at svartsjúka hevur verið eitt motiv.